
Mánadagin 5. nov. vórðuvinnararnir av filmskappingini um at endurnýta meira pappír og papp bodnirtil hátíðarhald í Perluni í Tórshavn. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna íumhvørvismálum, handaði vinnarunum eina peningagávu og føroyskar plantur fráSkógrøktini.
Filmurin ???Papp-dukkuhúsið???vann kappingina. Filmin hevur11 ára gamla Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni.Grundgevingin hjá dómsnevndini ljóðaði soleiðis: ???Gjøgnumhugsaða hugskotið,fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu avpappíri og pappi gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tannbesta í kappingini.???
Herber til at síggja vinnarafilmin
Á øðrum plássi var filmurin???Drongur teknar???, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt. Grundgevingin hjádómsnevndini var hendan: ???Tær frálíka góðu tekningarnar og skilagóðarøddin, sum gevur góð ráð um at endurnýta papp og pappír, gjørdu, atdómsnevndin valdi henda filmin at vera tann næstbesta í kappingini.???
Herber til at síggja filmin, sum fekk 2. virðisløn
Á triðja plássi var???Pappírsflog???, sum næmingar í lærugreinini miðlakunnleiki á Glasi hava gjørtsaman við lærara teirra, Hermann Eliassen.
Dómsnevndin grundgav soleiðis: ???Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar ogeinfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tanntriðbesta í hesi kappingini.???
Herber til at síggja filmin, sum fekk 3. virðisløn
Allir tríggir filmarnir fara atvera at síggja í ???Geviðgætur??? sendingunum hjá Kvf seinni í vetur.
Tað var í juni mánað í ár, atUmhvørvisstovan lýsti við filmskapping. Endamálið var at gera film um,hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi. Einnorðurlendsk frágreiðing vísir, at í Føroyum ber til at tvífalda mongdinaav pappi og pappíri, sum fer til endurnýtslu. Fyrireikarnir fegnast um seragóða undirtøku, tí inn komu heilir 29 filmar, ið á sera ymiskan og kreativanhátt hvør í sínum lag varpaði ljós á pappírsendurnýtslu.
Dómsnevndin gjørdi av at latatrimum teimum bestu filmunum ein vinning.
Í dómsnevndini sótu:
Beinta Haraldsen, Klippfisk
Pætur Marjunarson Dahl, Klippfisk
Sissal Evudóttir Lervig, IRF
Súsanna Berg, Tórshavnar kommuna
??lavur Jøkladal, Fólkaheilsuráðið
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan
Filmskappingin varð fíggjaðav smásamfelagsbólkinum undirNorðurlendska Ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu. Tað var MariaGunnleivsdóttir Hansen saman við Heidi Mortensen frá Umhvørvisstovuni, sum tókstig til kappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald