JN

Toyota Landcruiser mitt úti á Suður-Atlantshavinum

...

2014-09-09 23:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jan Erik Simonsen hevur sent okkum hesa greinina og myndirnar.

Amphibear around the worldTað var tann 28. decemeber í 2013 at Geoholm bjargaði einum Toyota Landcruiser á flótipontongum mitt úti í Suður-Atlantshavinum.Geoholm var ávegis úr Rotterdam til Rio de Janeiro í samband við arbeiði í oljuvinnuni, tá MRCC á Kap Verde kallaði á teir, um ein bil á flótipontongum sum lá og rak á knattstøðu tætt við Geoholm í Suður-Atlantshavinum, maðurin í bilinum var bjargaður av einum farmaskipið, men teir høvdu ikki útgerð til at taka bilin umborð, og lótu tí tann ???flótandi??? bilin reka víðari.Eftir at MRCC hevði sannført skiparin á Geoholm um at hetta ikki var skrøgg, fóru teir at leita á uppgivnu knattstøðu, og vóru teir so hepnir at sigla seg beint fram á tann ???flótandi??? bilin.Geoholm í er útgjørdur við stórum krana til arbeiðir niðri á havbotninum í samband við oljuframleiðslu-útgerð, hevði als ongar trupuleikar við at fáa bilin, sum var útgjørdur við flótipontongum, inn á dekkið.Bilurin bleiv settur á dekkið og surraður, og leiðin helt fram suður ímóti Rio de Janeiro. Tá kom eigarmaðurin verkfrøðingurin Mait Nilson úr Estlandi umborð eftir sínum bili, ein Toyota Landcruiser, sum er skrásettur í Estlandi.Mait Nilson var ávegis úr Senegal í Vest-Afrika til Natal í Brasil, men kom ikki longur enn til Kap Verde oyggjarnar, tá hann fekk trupuleikar, tað var aftari partur av bagborðs pontong sum fór at leka, har motor upphangið er fest.Mait Nilson hevur haft ein lívslangan dreym um at gera ein ???amfibibil??? (tvs. ein bil sum skal kunna flyta seg bæði á landi og sjógvið), og fara ferðast runt jørðina við honum. Akfarið var veruleiki 2. november 2013 og ferðin runt jørðina skuldi ætlandi taka áleið 9 mánaðir. Fyrsti túrur í vatni, var yvir um Gribraltar sundið, og tá hann fekk trupuleikar sunnan fyri Kap Verde oyggjarnar, var hann glaður og heppin at Geoholm var har, sum tað einasta skipið tætt við, ið hevði lyftiútgerð at bjarga tí ???flótandi??? bilinum, annars var hansara lívslangi dreymur helst brostin.Mait Nilson letur serliga væl at skipara og manning á Geoholm, serstakliga hjálpsamir og dugnaligir sjómenn, og eg havi tosa við tann fittasta og blíðasta skiparin, eg nakrantíð havi verið í samband við. Hetta man vera eindømi í heimssøguni at nakar hevur bjarga einum bili mitt úti í Atlantshavinum.Mait Nilson kundi eftir hetta staðfesta at bilurin hjá honum var ávegis til Brasil, men ikki sum ætlað við egnari kraft, men sum frakt á dekkinum á Geoholm.Eftir hendingina hevði hann trý val: Halda áfram við ferðini frá Rio de Janeiro, senda bilin aftur til Kap Verde oyggjarnar og byrja av nýggjum uppá ferðina um Suður-Atlantshavið ella gevast. Hetta seinasta ???at gevast- vil hann helst sleppa undan, vegna stuðlarnar hann hevur til ferðina.Vit hava síðan fylgt við hvussu tað hevur gingist hjá Mait Nilson og hansara Toyota Landcruiser, og einaferð frættu vit at hann var staddur í Peru, og var ávegis norður eftir, og ætlaði sær upp til Alaska, og ætlaði sigla yvir til Russlands um Berings-sundið.Hann ætlaði at vera heima aftur í august 2014.Men á heimasíðuni sæst at hann er givin við ferðini í mars 2014, tá var hann enn staddur í Peru.Heimasíðna hjá ???Amphibear around the world??? www.amphibear.com og facebook síðan https://www.facebook.com/Amphibearjanerik

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder