JN

Tørvur á fleiri innsavnarum í Havn leygardagin 13. september

...

2014-09-09 02:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Til landsinnsavningina leygardagin 13. september hevur Reyði Krossur tørv á umleið 130 innsavnarum í Havn. Hóast fleiri fólk á hvørjum ári trúgv hjálpa Reyða Krossi at savna inn, so manglar hvørja ferð innsavnar í Havn.

Uttanfyri Havnina hjálpa ábyrgdarfólk Reyða Krossi at fáa innsavnarar at ganga við bússunum í júst teirra bygd ella býi. Men í Havn er trupult at fáa nóg nógv fólk at ganga. Ruturnar at ganga taka eini tveir til tríggjar tímar.

Í Havn verða bússur og rutur útflýggjaðar klokkan 10 leygarmorgunin 13. september á Reyða Krossi, Bryggubakki 10.

Ynskja fólk serstaka rutu, kunnu tey skriva til[email protected]. Eisini ber til at ringja á 31 96 30.

Reyði Krossur savnar inn pening til sosiala virksemið hjá felagsskapinum í Føroyum og til hjálpararbeiðið úti í heimi. Reyði Krossur erheimsins størsti hjálparfelagsskapur. Felagsskapurin er í 186 londum og 13 milliónir fólk um allan knøttin eru kjarnan í sjálvbodna arbeiðinum í Reyða Krossi. Reyði Krossur hevur eitt serstakt mandat at hjálpa, har kríggj leikar, og er óheftur bæði átrúnaðarliga og politiskt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder