2014-05-03 04:59
Torkil Veyhe, sum í hesum døgum kappast í einari altjóða súkklukapping(UCI), sum í dag var hildin í Skive, slapp ikki um málstrikuna saman við umleið 160 øðrum av teimum 200 súkklarnum, ið startaðu í dagsins kapping.
Í dag skuldu teir súkkla 190 km, men eftir at súkklarnir høvdu súkkla góðar 80 km, var tað liðið, ið eitur CULT Energy Vital Water, sum setti ferð á í síðuvindinum, og tá skrædnaði feltið, tá komu 38 súkklarar avstað og einasti føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, var ikki við, Torkil súkklar fyri Odder CK. Teir súkklarnir, sum mistu í síðuvindinum, vóru so pilkaðir úr kappingini.
Tað var týskarin Phil Bauhaus (Team Stölting), sum vann dagsins tein frammanfyri Alex Rasmussen (Riwal Cycling Team) og Rasmus Guldhammer (TREFOR-Blue Water)
Næsti teinur verður koyrdur leygardagin, men tá er Torkil ikki við, men sunnudagin tá seinasti teinur skal koyrast stillar Torkil Veyhe upp aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald