JN

Tóra Petersen vart ph.d. í sálarfrøði

...

2014-07-01 20:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánadagin 30. juni vardi Tóra Petersen ph.d.ritgerð sína um sálarlgar løstir hjá ungum

við Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast "Traumatisation in children and adolescents: A broad perspective".

Opponentarnir vóru:
William Yule, professari við Institute of Psychiatry, King???s College, London
Mikael Thastum, professari við Psykologisk Institut, Aarhus Universitet
Niels Bilenberg, professari við Klinisk Institut, Syddansk Universitet, formaður.

Ask Elklit hevur verið høvuðsvegleiðari hjá Tóru Petersen. Hann er professari við Center for Psykotraumatologi, Psykologisk Institut, Syddansk Universitet

Høvuðsendamálið við ritgerðini er at koma við nýggjari vitan um tær sálarfrøðiligu reaktiónir, sum kunnu koma aftaná at ung hava uppliva ella verið úti fyri álvarsligum negativum hendingum, til dømis ferðsluvanlukku, álvarsligari sjúku, avvarðandi brádliga doyr, harðskapi og happing. Hetta er eitt øki, sum enn er merkt av vantandi epidemiologiskari vitan. Ritgerðin er sett saman av seks vísindaligum greinum, harav fimm eru almannakunngørdar og ein er send til metingar. Greinirnar taka útgangsstøði í dátum, sum eru savnaði frá næmingum í áttanda flokki i Føroyum í 2010 (Petersen, Elklit & Olesen, 2010) men byggir eisini á dátur savnaðar við sama spurnarblaði í Danmark, Ísland og Litava (Elklit & Petersen, 2008). Tað serliga við føroysku dátunum er, at tað eydnaðist at fáa svar frá 85% av einum heilum argangi, sum er einastandandi í altjóða høpi. Tað er harafturat fyrstu ferð, at ein kanning av slíkum slag er gjørd í Føroyum. ??rslitini vísa millum annað, at føroysk ung um 14-15 ára aldur í sera stóran mun hava uppliva álvarsligar negativar hendingar, og at tey kunnu bólkast í tríggjar bólkar útfrá tittleikanum av ymsu sløgunum av hendingum tey hava verið fyri (Petersen, Armour & Elklit, 2013). ??rslitini vísa harafturat, at tað eru tvørmentanarligur munir í útbreiðsluni av álvarsliga negativum hendingum. Tey ungu høvdu í stóran mun posttraumatiskar reaktiónir orsakað av hesum hendingum og kynsmundir vóru funnir bæði i útbreiðslu av hendingum, vanda fyri at fáa posttraumatiskar reaktiínir og hvørji sálarfrøðilig og sosial viðurskifti høvdu ávirkan á hetta (Petersen & Elklit, 2013; Petersen & Elklit, lain inn til metingar). Í ritgerðini varð haraftrat kanna møguligir vandatættir fyri sjálvmorðsroynd millum føroysk ung. Her vóru funnir kynsmunir í verju- og vandatættum, sum áður bert hava verið avmarkað lýstar i bókmentum.
Verkætlanin hjá Tóru Petersen er fíggjað av Landssjúkrahúsinum og úr Granskingargrunninum.

Les meira um verkætlanina íStuðulsyvirlitium

Mynd: Amy & Edna

Kelda: gransking.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder