Vinna

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2021 eru avdúkaðir

...

2021-05-15 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2021 verður avdúkað kl. 16.45 á leiðaradegnum, sum verður fríggjadagin 21. mai 2021 á Hotel Føroyum. Synergi skipar fyri leiðaradegnum.

 

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2021, hevur nú funnið fram til 3 sterkir topp-kandidatar. Í dómsnevndini 2021 sita Søren Bruhn, stjóri, Suðuroyar Sparikassi, Marjun Eystberg, stjóri, Input og Halldis Joensen, verkætlanarleiðari, Demensætlan fyri Føroyar.

 

 

TOPP 3 í stavrað:

Topp 3 kandidatar innan tað almenna

Farsóttarnevndin

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri

Pál Weihe, leiðari, deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

 


Topp 3 kandidatar innan tað privata

Fróði Clementsen, stjóri, Teldutænastan

Marita Rasmussen, stjóri, Vinnuhúsið

Martin Restorff, stjóri, Hotel Hilton Garden Inn

 

 

Fríggjadagin 21. mai kl. 16.45 verður avdúkað, hvør fer við heiðrinum
Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar ur øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 21. mai kl. 13 - 17.

 

 

 

Røðarir á degnum:

 

 

Jan Gintberg | Hvussu heldur tú motivatiónini uppi, tá alt ikki er bara-bara.

Anders Stahlschmidt | Feedback: Kansta títt besta leiðsluamboð 
Alexandra á Dul | Stimbra eldhugan í broytta gerandisdegnum
Jógvan Fríðriksson | ??r skjáttuni hjá Ársins almenna leiðara 2020
Martin Restorff | Maðurin sum fekk føroyingar at valfarta á hotel, bert fáar metrar frá heiminum

 

Áhugin fyri degnum er metstórur, plássini fækkast, tó ber enn til at tekna seg.

Les alt um Leiðaradagin 2021 HER!

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder