JN

Tónleikur í Gøtu kirkju

...

2014-03-07 19:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í føstuni verður skipað fyri tónleikaframførslum og fyrilestrum í Gøtu kirkju. Talan verður millum annað um tvey stór kórverk og tónleikaframførslur undir føstugudstænastum.

Undir føstugudstænastuni í gjárkvøldið spældi Tóri Restorff Jacobsen millum annað celloverk eftir J. S. Bach. Tær komandi føstugudstænasturnar verða framførslur við: Eystanljóð, ??lavi Jakobsen á guitar, Gøtu kirkju ungdómskóri, Jósef Zachariassen á flygul og Bethania kórinum úr Gøtu.

Í apríl mánaði fer kórið Tarira, undir leiðslu av Petur Martini Johannesen, at framføra kórverkið ???Missa Papae Marcelli??? eftir Giovanni Pierluigi da Palestrina. Talan er um eitt ??? fyri sangararnar - sera tekniskt krevjandi kórverk. Skírisdag fer kórið Eystanljóð, undir leiðslu av Leif Hansen, at framføra stóra kórverkið ???Requiem??? eftir W.A.Mozart, og páskadag fer ungdómskórið við Gøtu kirkju, undir leiðslu av Símuni Hammer, at seta dám á hátíðarguðstænastuna.

Seinni í ár fær Gøtu kirkja nýggja urgu. Talan er um urguna, sum áður hevur staðið í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn. Urgan verður í løtuni gjørd í stand og útbygd hjá Husted orgelbyggeri í Fredensborg. Tá hon fer at standa liðug, verður talan um størsta ljóðføri í Føroyum. Í hesum sambandi verður skipað fyri trimum fyrilestrum um klassiska tónleikasøgu. Fyrilestrarnir verða skipaðir við framløgu, drekkamunni, sálmasangi og tónleikadømum úr ymsu tíðarskeiðunum. Eisini verður greitt frá um nýggju urguna.

Í fyrsta fyrilesturin fer Gudmund Mortensen, dómorganistur, at røða um renessansuna, sum var tíðarskeiðið frá umleið 1400 til 1600. Fleiri av okkara kendastu sálmum og sálmaløgum eru úr hesum tíðarskeiði, og kann tíðarskeiðið eisini sigast at verða vøggan hjá klassiskum tónleiki. Ein av tónasmiðunum innan kirkjutónleik hetta tiðarskeiðið var Palestrina, sum Tarira framførir eitt verk hjá.

Næsti fyrilesturin verður um barokktíðina, sum var tíðarskeiðið frá umleið 1600 til 1750. Tað verður listamaðurin, tónleikalærarin og tónasmiðurin Sunleif Rasmussen, sum fer at umrøða tað. Eisini úr hesum tíðarskeiði eru fleiri kendir sálmar og sálmaløg, sum enn verða sungin. Nakrir av tónasmiðunum úr hesum tíðarskeiðinum vóru J. S. Bach, D. H. Buxtehude, G. F. Händel og A. Vivaldi.

Triði fyrilesturin verður við Boga Lützen, sum er fyrrverandi tónleikalærari og ein av stovnarunum av Føroya symfoniorkestri. Bogi fer at røða um eitt av yngru tíðarskeiðinum í tónleikasøgu okkara.

Fyrilestrarnir verða trý komandi fríggjakvøldini klokkan 19.30 í Gøtu kirkju.

Kelda: Trúboðin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder