Tíðindaskriv: Frá fámannaveldi til Tóðveldi!" "
Vikuskiftið 28. og 29. mars heldir Tjóðveldi sítt regluliga Floksting 2014 í SÍF-húsinum í Sandavági.
Heiti á Flokstinginum er Frá fámannaveldi til Tjóðveldi, soleiðis taka vit við landsins leiðslu!" "
Nógvur aktivitetur hevur verið á skránni hetta síðsta árið síðan seinasta floksting í mars 2013." "
Fyrsta bind av søguni um loysingarrørsluna í Føroyum kemur út í næstum. Hetta er nýskapandi
granskingarverk, sum Jákup Thorsteinsson, dr.phil, sáli skrivaði. " "
Somuleiðis er Tjóðveldi fari undir eina skeiðsrøð har skipað verður fyri politiskum skeiðsdøgum
runt um í landinum. Byrja varð í Tórshavn í februar mánað í ár og ætlanin er at hava í alt nýggju
skeiðsdagar runt um í landinum. Skeiðsevnini fevna um alt frá søgu og hugsjón Tjóðveldisfloksins
og stevnumið, politikk sum heild, hugmyndasøgu, tjóðarfrælsi og tjóðarbygging, vinnu- og
búskparmál, fiskivinnupolitikk, rættarskipan, sosialpolitikk, útbúgvingar- og mentanarpolitikk til
ungdómspolitikk og valstríð. Skeiðið er skipað við fyrilestrum, bólkaarbeiði og kjaki." "
Arbeiðsbólkar hava sitið og endurskoða stevnumið floksins, og tað arbeiðið verður lagt fram fríggjakvøldið
til kjak. Somuleiðis koma Katrín Jakobsdóttir forkvinna í Vinstra-Grænu og Steingrímur J.
Sigfússon tingmaður og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, somuleiðis úr Vinstra-Grænu at vera
getarøðarar á flokstinginum leygardagin." "
Eftir at flokstingið er lokið verður floksveitsla í SÍF-húsinum leygarkvøldið. Tekning til veitsluna fer
fram við at venda sær til Árna Jacobsen á tlf. 267987 ella við meyl [email protected]" "
Í ár er tað fallið Vága Tjóðveldisfelag í lut at vera vertur fyri Flokstingið 2014. Í hesum sambandi
hevur Vága Tjóðveldisfelag kallað inn til limafund týskvøldið 25. mars kl. 19.00 í Beitishúsinum. " ""
Vága Tjóðveldisfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald