Politikkur

Tjóðveldi fíggjarlóg 2020

...

2019-12-17 15:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

TJ??ÐARBYGGING OG ÁBYRGDARFULLUR FÍGGJARPOLITIKKUR

Tunlarnir norður um fjall, endurnýggjan av skipaflotanum hjá SSL, innkoyringarvegir báðu megin Eysturoyartunnilin, og raðfesting av trivnaði, útbúgving og mentan, saman við varligum rakstrarvøkstri og stórum avlopi, er nakað av tí, ið mynda fíggjarlógina fyri 2020 hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum.

Tað er búskaparligt hásummar í Føroyum. Vit vita, at eftir búskaparligt summar, kemur búskaparliga heystið og veturin. Tí eiga vit í góðum tíðum, at bjálva okkara samfelag og landskassan fíggjarliga, við varligum rakstrarvøkstri, minkandi skuld og vaksandi uppsparing ??? saman við nýskipanum og málrættaðum íløgum í nútíð og framtíð ??? soleiðis at vit eru til reiðar at taka móti broytingartíðum, ið fara at koma. Og soleiðis at okkara samfelag gerst meira sjálvbjargið, samhaldsfast og tíðarhóskandi. Hetta vildu og vilja vit virka fyri.

LANDSSTÝRIÐ OG SAMGONGAN T??MA LANDSKASSAN

Fíggjarlógin hjá landsstýrinum ger tíverri beint tað øvugta.

Rakstrarvøksturin er tvífaldaður úr 3,5% upp í 7%, og avlop landskassans er skert við nærum 300 mió. kr. í mun til Játtanarkarmarnar fyri 2020. Farið úr 501 mió. kr. niður í 224 mió. kr. Fyri fyrstu ferð í mong, mong ár, er rakstrarvøksturin nú munandi hægri enn inntøkuvøksturin. Heldur hetta áfram fær landskassin aftur hall longu um 1-2 ár. Tíverri sær tað út til, at samgonguflokkarnir fara at tøma landskassan, júst sum ávarað varð um ??? og fremja ein grundleggjandi skeivan fíggjar- og búskaparpolitikk.

VENDU HALL TIL ST??R AVLOP 2015-2019

Tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn tóku við landsins leiðslu á heysti 2015, hevði landskassin havt hall 8 ár á rað á samanlagdar 3 milliardir kr., og framskrivaða fíggjarlógaruppskotið fyri 2016 vísti eitt hall á 144 mió. kr. Hetta hóast framgongd hevði verið í búskapinum í fleiri ár. Orsøkin var skeivur fíggjarpolitikkur, og hetta vildu vit broyta ??? og hetta broyttu vit frá fyrsta degi. Hall varð vent til avlop á 158 mió. kr. á fyrstu fíggjarlógini í 2016, og øll tey fylgjandi samgonguárini.

??rslitið er, at landskassin samanlagt hevur havt avlop á um 1,5 milliard seinastu 4 árini.

Hetta er rokkið við varligum rakstrarvøkstri á um 3,5% árliga alt íroknað. Lønarvøkstur, prísvøkstur, raðfestingar og søguliga stóran fólkavøkstur. Í sama tíðarskeiði eru inntøkur landskassans vaksnar munandi meira enn útreiðslurnar árliga, og samanlagt minst 1,3 milliard.
Í sama tíðarskeiði er blokkurin vaksin 0 krónur. Landskassin er tí vorðin alsamt sjálvbjargnari.
Avlopið er brúkt til, at gera Føroyar búskaparliga sterkari, so vit standa sterk at taka ímóti teimum broytingartíðum, ið fara at koma ??? fyrr ella seinni. Skuld landskassans er minkað 1,5 milliard frá 2015-2019.

OKKARA FÍGGJARL??G ??? AVLOP Á 470 MI??.
- HALDF??RI, BURÐARDYGD, SAMHALDSFESTI & SJÁLVBJARGNI

Fíggjarlógin hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi er grundað á skynsaman fíggjarpolitikk, ið bæði tekur atlit til búskaparstøðuna í dag, og til at tryggja fíggjarliga haldførið yvir tíð.

Fíggjarlógin er grundað á ynski okkara um, at virka fyri einum Føroyum, har øll hava møguleika at skapa sær tað lívið tey ynskja, har vinnan hevur góðar umstøður at trívast og mennast í, har vit lyfta í felag, og har vit bæði taka atlit til nútíð og okkara eftirkomarar, og har sjálvbjargni og burðardygd eru grundleggjandi í øllum tí, ið vit ynskja at fremja ??? umhvørvisliga, sosialt, fíggjarliga og samfelagsliga.

Henda fíggjarlóg okkara leggur fíggjarligu karmarnar um hesa felags kós.

Yvirskipaðu fíggjarpolitisku málini í okkara fíggjarlóg fyri 2020 eru fylgjandi:

- 470 mió. kr. í avlopi, ið eru 246 mió. kr. meira enn hjá landsstýrinum

- Varligur rakstrarvøkstur á 3,5%, ið er helvtin av teimum 7% hjá landsstýrinum.

- Raðfesta átøk, ið skapa trivnað og menning, ið øll er fíggjað innanfyri ásetta karmin.

- Fremja íløgur kring alt landið

- Vænta fleiri inntøkur vegna størri makrelkvotu, gjøld til útlendsk ferðafólk, størri framgongd í inntøkum, enn væntað, í 2019, og at øll átøk eru fult fíggjað.

- Halda áfram at minka skuld landsins við 3-400 mió. kr. í 2020, og spara upp í Búskapargrunni Føroya

ÍL??GUR Í TRIVNA OG MENNING KRING LANDIÐ

Yvirskipað byggir fíggjarlógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi á tað, ið lagt varð fram í Játtanarkørmunum fyri 2020 í vár. Síðan í vár eru broytingar hendar á inntøku og útreiðslusíðu landsins, og er hædd tikin fyri hesum broytingum, ið fíggjarlógin fyri 2020 síðan er bygd á.

Millum størstu tillagingarnar á íløgusíðuni eru:

- Játtan til Tunlarnar norður um Fjall hækka í 2020 við 18 mió.

- Játtan til innkoyringarvegir í Suðurstreymoy og í Eysturoy í sambandi við Eysturoyartunnilin hækka í 2020 við samanlagt 24 mió. kr.

- Játtan til endurnýggjan av skipum hjá SSL.

- Partafelagið Suðuroyartunnil verður stovnað og fær játtan

- Millum aðrar broytingar eru øktar íløgujáttanir til vegastrekkir í Skálafjørðinum, til Selatraðar, Hvalastøðina, havnarløg í Fugloy og Mykinesi, Ítróttarháskúlan í Vági, Dalstunnilin, Listaskúlan á Sandi og til endurmenningardepilin á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Á rakstrarsíðuni eru nakrar av raðfestingunum:

- Játtan til at stuðla orkuskifti og grønum átøkum

- ??kt játtan til ÍSF

- Føroyska veðurtænastan

- Átøk innan landbúnað at gera okkum meira sjálvbjargin við landbúnaðarvørum

- Fróðskaparsetrið størri játtan at fyrireika læknaútbúgving v.m.

- Játtan til royndarskipan innan eldraøkið í Suðuroy

- Ferðavinnuútbúgvingin í Vestmanna styrkt

- Styrkt eftirlit hjá Vørn og TAKS

- Krígssavnið

- ??toyggjastuðulin øktur

- Sjóvinnusavn í Klaksvík

- Føroysk hagtøl fyri, hvussu vit gerast burðardyggari í mun til tey 17 ST heimsmálini

- Mentanargrunnurin, Musikkskúlin, føroyskur dansur, føroysk træseglskip og Tjóðpallur Føroya

- MFS, Bjargingarfeløg, Berin, Barnabati og Víkingaskipið í Hovi


BLOKKURIN VERÐUR MINKAÐUR

Umframt omanfyrinevndu felags fíggjarlóg fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, leggja Tjóðveldi og Framsókn fram broytingaruppskot um, at nýta part av avlopinum at lækka blokkin í 2020. Mælt verður til, at lækka blokkin við 65 mió. kr. í 2020. Við hesi broyting gerst úrslit landskassans 405 mió. kr. í 2020. Hetta er liður í, at gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar og at gera fíggjarlógina leysa av blokkinum yvir eitt áramál.

16. desembur 2019

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder