Í nýggjasta ársfjórðingsyvirlitinum frá danska tjóðbankanum ger tjóðbankin vart við vandamálið, at tað mangla handverkarar í Føroyum. Hóast tjóðbankin sum útgangsstøði heldur tað vera positivt, at útlandið eftirspyr føroyskar handverkarar, ger hann samstundis vart við, at tað kann skapa fløskuhálsar, og at tað uppá longri sikt kann viðføra strukturellar trupulleikar í byggivinnuni, tí ov fáir sveinar eru at útbúgva nýggjar lærlingar.
Eisini metir tjóðbankin, at handverkaramangulin kann viðføra, at annars skilagóðar verkætlanir ikki verða gjøgnumførdar ella gerast munandi dýrari.
Tað er sum so einki nýtt í hesum. Vinnuhúsið hevur nú í langa tíð ávarað móti gongdini og gjørt vart við tørvin á at gera eina kappingarføra skattaskipan, sum lættir um inntøkuskattin hjá løntakarum, sum starvast í Føroyum. Eisini hevur Vinnuhúsið víst á, at tað er neyðugt at lætta um atgongdina til at seta útlendskar handverkarar í starv.
Sum støðan er, eru tað fleiri føroyskar handverksfyritøkur, sum velja ikki at bjóða upp á arbeiði, sum annars undir vanligum umstøðum høvdu verið áhugaverd hjá fyritøkuni.
Vónandi kann tað, at tjóðbankin nú eisini vísir á henda trupulleika føra til, at tað verður arbeitt skjótari við at loysa trupulleikarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald