2015-01-06 03:20
Í kvøld hava 07 Vestur og Hørður Hentze Johansen gjørt avtalu, sum inniber at 19-ára gamli áloyparin spælir víðari í barndómsfelagnum.
Hørður hevur longu spælt fleiri ár á besta liðinum hjá 07 Vestur, eftir at hann fekk frumdyst sín í EFFO-deildini sum bert 16 ár og 5 mánaðar, móti B36 í 2-3 tapinum á Dungasandi í 2011.
Síðan tá, hevur ungi sandavágsdrongurin spælt 66 dystir á besta liðið felagsins og skotið 10 mál, umframt fleiri dystir í 3. deild og unglingum.
Vit gleða okkum um at síggja meira til Hørð í ár, og ynskja tillukk við avtaluni, tað skrivar 07Vestur á heimasíðuni í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald