JN

Til reiðar at hitta Montenegro

...

2018-10-23 19:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar:

Manslandsliðið spælur fyrsta EM-undankappingardystin í annaðkvøld. Mótstøðuliðið er Montenegro. Dysturin verður spældur í montenegriska høvuðsstaðnum, Podgorisa.

Í kvøld var síðsta venjingin undan brakinum móti risunum úr Montenegro. Og tað eru ikki hvørjir sum helst, sum okkara menn skulu royna seg ímóti. Montenegrisku leikararnir spæla í bestu deildunum í Evropa. Teir flestu tátta í tveir metrar og viga væl omanfyri 100 kilo.

??? Tað verður ein sera trupul dystur. Á pappírinum eru vit ikki á sama støði sum teir, men vit fara allir á vøllin at gera okkara ítarsta, sigur strikuleikarin hjá Føroyum, Helgi Hildarson Hoydal.

Landsdysturin millum Føroyar og Montenegro er í morgin, mikudagin, klokkan 16.30 føroyska tíð. Dysturin kann síggjast áehftv.com.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder