JN

TIGN víðkað virksemið

...

2013-10-30 14:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á aðalfundinum hjá TIGN næstseinasta mikudag varð samtykt, at felagið skal vera áhugafelag hjá røktartørvandi í øllum aldri. Endamálið við felagnum er sostatt víðkað síðani stovnandi aðalfundin í summar

Tíðindaskriv, 30. oktober 2013

Felagið TIGN arbeiðir nú ikki bert fyri teimum eldru røktartørvandi, men fyri øllum, sum hava tørv á røkt. Orsøkin til broytingina er, at síðani felagði varð stovnað hevur tað víst seg, at stórur tørvur er á, at felagið fevnir um allar aldursbólkar.

Aðalfundurin varð hildin í Norðulandahúsinum, mikukvøldið 16. oktober. Á fundinum vóru viðtøkurnar fyri felagið samtyktar. Sambært viðtøkunum arbeiðir felagið fyri áhugamálum teirra, ið hava tørv á røkt, og teirra avvarðandi. Viðtikið varð eisini, at nevndin skuldi minkast úr sjey niður í fimm nevndarlimir, við tveimum tiltakslimum. Vald í nevndina vórðu, Rúna Sivertsen, Hanne-Dot Ludvig, Betzy Ludvig, Mary Antonsdóttir og Tóra Tórgarð. Nevndin hevur skipað seg við Rúnu Sivertsen, sum forkvinnu, Hanne-Dot Ludvig, sum næstforkvinnu og kassameistara og Betzy Ludvig, sum skrivara.

Á fundinum greiddi forkvinnan frá virksemi felagsins síðani stovnanina. Felagið ger sína ávirkan galdandi við at varpa ljós á støðuna á røktarøkinum. Hetta hevur havt við sær eina eykajáttan til økið. Broytingar hava verið í ovastu leiðslu á økinum, og fokus er sett á møguleikan fyri at fáa starvsfólkanormeringar ásettar í eldralógini, sum í løtuni verður smíðað av politiska myndugleikanum á økinum.

Arbeiðið hjá nevndini fer at halda áfram eftir sama leisti, sum higartil. Felagið fer í næstum serliga at arbeiða fyri, at Heimatænastan fer at virka betri.

Áðrenn aðalfundin hevði felagið skipað fyri fyrilestri við kenda danska rithøvundanum Knud Romer, sum segði frá sínum upplivingum, tá pápi hansara bleiv dementur og endaði á røktarheimi. Knud Romer vísti eisini dokumentarfilmen "Et blad falder til himlen", sum handlar um hesa tíðina, og sum hann sjálvur hevur gjørt.

Knud Romer vísti á, at alt í dag handlar um pengar. Tá tey gomlu ikki geva nakað fíggarligt av sær, verða tey ikki raðfest. Á røktarheimum verða tey koyrd í kømur, sum kunnu samaberast við hamstarabúr, og fáa bert ídnaðar-framleiddan mat at eta, eitt nú útkókað grønmeti. Verður roynt at varpa ljós á vánaligu korini verður ein lagdur undir at vera negativur, og har steðgar allur møguleiki fyri menning. Henda broytingar, er ofta bara talan um at skifta okkurt út við nakað sum er líka ringt ella verri.

Hóast at støðan í Føroyum enn helst ikki er ring, sum í Danmark, kann hon allíkavæl í stóran mun sammetast við hesa, og fyrilesturin var tí sera viðkomandi og áhugaverdur.

??tvið 200 fólk komu til fyrilesturin, sum varð hildin í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder