Vinna

Tíðindaskriv og ferðavinnustrategi

...

2020-09-01 09:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv 1. september 2020

Borgarafundir um ferðavinnustrategi fyri Vágar og Mykines útsettir orsakað av Korona

Sum ein lutur í ferðavinnustrategi arbeiðinum fyri Vágar og Mykines, var ætlanin at halda borgarafundir í august mánaði. Tíverri hevur korona ført til, at vit mugu bíða nakað við fundunum.

Møguliga fara vit at halda onkrar fundir uttandura, men sum støðan er nú, mugu vit tíverri flyta fundirnar til seinast í september og fyrst í oktober, nærri kunning kemur seinni.

Vit vilja samstundis enn einaferð heita á øll, sum hava gisting í Vágum og Mykinesi um at fara inn á hesa leinkjuna https://visitvagar.fo/spurnarkanning/?lang=fo og kunna um gistingar fyri 2019, kanningin er duld.

Samstundis eru øll vælkomin at geva íkast til menningar- og strategiverkætlanina við at senda ein teldupost til [email protected]

Vinarliga

Oda W. Andreasen
verkætlanarleiðari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder