Vinna

Fegnast um, at landsstýrismaðurin góðkendi semjuna

...

2020-07-06 13:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv mánadagur 6. juli 2020 

Fegnast um, at landsstýrismaðurin góðkendi semjuna millum kommunala Arbeiðsgevarafelagið ogStarvsmannafelagið 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fegnast um, at landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum loksins góðkendisemjuna við Starvsmannafelagið. 

Tað hevur stóran týdning fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, at semjan bleiv góðkend, tí talan erum sera prinsipielt mál í mun til bæði kommunala samráðingarrættin og kommunala sjálvræði.Nevndin í felagnum fegnast um, at allar kommunur í landinum hava staðið saman um, og stuðlafelagnum í hesum sera týdningarmikla og prinsipiella máli ??? og ikki minst fegnast vit um, atstarvsfólkini, sum starvast hjá kommununum nú verða eins lønt og tey hjá landinum. 

Semjan, ið varð undirskrivað tann 3. juni 2020 varð gjørd við støði í semjuni millumStarvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fyri somu starvsfólk í starvi hjá landinum. KommunalaArbeiðsgevarafelagið metir góðkenningina at verða eina staðfesting av, at semjan leyk lógarinnarkrøv. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur vísandi til serstøku viðmerkingarnar í § 5, stk. 5 íkommunustýrislógini tryggjað limunum hjá Starvsmannafelagnum, at tað framhaldandi verðursamsvar millum lønirnar hjá hesum starvsfólkum - líka mikið um tey eru í starvi hjá landinum ellakommununum, teimum er tryggjað eitt javnt alment lønarlag. 

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er ikki í iva um, at felagið hevur hildið seg innanfyrilógina og heimildina hjá felagnum at samráðast um sáttmálar á kommunala sáttmálaøkinum; felagiðhevur greitt hildið seg til ásetingina í kommunustýrislógini í § 5, stk. 5, og harvið hildið seg tilendamálið við lógarásetingini.Nú landsstýrismaðurin hevur góðkent semjuna, og harvið staðfest sjálvstøðuga samráðingarrættinhjá kommununum, verður ikki neyðugt at royna málið í Føroya Rætti. 

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er og hevur alla tíðina verið fullgreið yvir óvissubúskaparligu støðuna í landinum í kjalarvørrinum av korona. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekurstøðuna í størsta álvara; felagið hevur seinastu tíðina m.a. grundað á óvissu búskaparligu útlitini gjørt1 ára sáttmálar ??? og annars tillagað samráðingarnar til gongdina í samfelagnum.Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer í hesum sambandi at taka upp samskifti við partarnar áarbeiðsmarknaðinum, harundir eisini Fíggjarmálaráðið um gongdina í búskapinum og ávirkaninahendan hevur á víðari samráðingarnar. Partarnir mugu seta seg saman at umrøða støðuna og skapaeina felags fatan av víðari samráðingunum. 

Samráðingarnar á kommunala arbeiðsmarknaðinum halda fram, tá fundir eru avtalaðir við bæðiMaskinmeistarafelagið og Heilsurøktarafelagið í vikuni. 

Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 

Annika Olsen, forkvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder