![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
MOWI keypt fóðurflaka frá JT electric til at brúka á Sandsvág
Fyri góðari viku síðan kom fóðurflakin Árnaberg til landið. Talan er um ein fóðurflaka, sum skalliggja ankraður á Sandsvág og brúkast til alingina hjá MOWI á staðnum. Tað er JT electricá Kambsdali, sum hevur gjørt flakan og ment tøknina umborð.
- Vit fegnast um møguleikan at gera hendan fóðurflakan til MOWI, sigur Suni Justinussen,stjóri á JT electric. Hóast korona-støðan í heiminum hevur havt stórar avbjóðingar viðsær, so kláraðu vit at byggjan flakan uppá rekord-skjóta tíð og levera hann til tíðina.
Fóðurflakin tekur 700 tons av fóðri til laks og 5 tons av fóðri til rognkelsir. Flakin er útgjørdur viðframkomnari sjálvvirkandi fóðurskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electricá Kambsdali. Allar skipanir umborð eru fjarstýrdar, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvumflakanum.
- Vit valdu at keypa alla tekniska útgerð til aliøkið á Sandsvág frá einum føroyskum veitara,sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri hjá Mowi í Føroyum. Umframt fóðurflakan hevur JT electriclevera kameraskipan, fóðurskipan, netsamband, sensorskipan og landstreymsloysn, sum alt erment í Føroyum.
Stór atlit eru tikin til umhvørvið í mun til útsjónd, útlát og ljóð. Landsstreymkaðal verðurlagdur út til flakan, so at øll streymveiting kemur frá landi og harvið verður einki olju- ogljóðútlát frá motorum umborð. Harafturat eru blásararnir til fóðurskipanina umborð settir inn íljóðdoyvandi kabinett.
Í løtuni liggur fóðurflakin við bryggju í Vestmanna. Eftir ætlan verður hann lagdur út á aliøkiðseinni í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald