![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Korona ávirkar hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa
Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa er í stóran mun ávirkað av alheimsfarssóttini COVID-19.
??rslitið eftir skatt fyrra hálvár 2020 er 459 t.kr., sum er 579 t.kr. lægri enn fyrra hálvár 2019.
Innlánini eru hækkaði við 6,9% - úr 728 mió. kr. í 778 mió. kr.
??tlánini eru lækkaði við 3,6% - úr 588 mió. fyrra hálvár 2019 niður í 567 mió. kr. fyrra hálvár 2020. Hetta stendst í høvuðsheitum av, at fleiri og fleiri velja ella leggja um til realkreditlán.
Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 17,7% og solvenstørvurin er 10,6%.
Suðuroyar Sparikassi hevur sera gott gjaldførið, 208%, samanborið við 125% sama tíðarskeið í fjør. LCR er 539%.
??rslitið er nógv ávirkað av COVID-19, og tí hevur verið neyðugt at sett eyka av í niðurskrivingum, umframt at kurstapið er 65 t.kr. ímóti einum kursvinningi á 178 t.kr. fyri fyrra hálvár 2019.
Suðuroyar Sparikassi metir hálvársúrslitið sum ikki nøktandi, men trupult er at verja seg fyri eini herviligari koronafarsótt, ið er beinleiðis orsøk til laka hálvársúrslitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald