2019-09-10 22:58

Tíðindaskriv frá Vónini.
DR 1 og SVF vísa í kvøld eina sending við heitinum ???Fyr en fed på færøsk???.
Vit eru gjørdir varugir við at ein partur av sendingini er tikin upp í framleiðsluhøll okkara í Tórshavn og Vóna-merkið sæst tíðiliga í sendingini.
Um onkur skuldi verið í iva, skulu vit gera vart við, at vit ikki hava verið vitandi um hesar upptøkur í hølum okkara.
Vit hava ikki givið loyvi til upptøkurnar og vit hava einki við sendingina at gera.
Hjalmar Petersen, stjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald