Vinna

Tíðindaskriv frá Tvøroyrar Kommunu - sethúsabygging

...

2020-09-03 11:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gleðilig tíðindi av Tvøroyri, at trý nýggj sethús vera bygd samstundis í Trongisvági í hesum døgum og onnur trý eru ávegis.

Eisini er eftirspurningurin eftir grundstykkjum vaksandi í Tvøroyrar kommunu.

Seinastu árini eru fá nýggj sethús bygd í Suðuroynni, men nú sær tað út til, at vend er komin í. Sambært fyritøkum, ið selja sethús verður upplýst, at áhugin er vaksandi fyri at keypa sethús í Tvøroyrar kommunu og sagt verður eisini, at søluprísurin er hækkandi á sethúsum sum heild.

Eisini er áhugin fyri grundstykkjum vaksandi. Tvøroyrar kommuna lat fyri nøkrum árum síðani 20 grundstykkir útstykkja í Heiðatrøðni í Trongisvági og nú eru tað bert 5 grundstykkir eftir á sølulistanum.

Søluprísurin á grundstykkjum í Heiðatrøðni er settur til kr. 265,-/m2, íroknað íbindingargjald fyri vatn og spillivatni. Tvøroyrar kommuna bjóðar øllum áhugaðum fyri bygging v.m. í kommununi, at vera vælkomin at venda seg til umsitingina á tlf. 611085, ella umvegis teldupost[email protected]fyri at fáa nærri kunning.

Umsóknarskjal til grundstykkið í Heiðatrøðni eru her:http://www.tvk.fo/files/Umsokn_grundstykki.pdf

Kort yvir Heiðatrøðina er her :http://www.tvk.fo/files/Heidatrodin_31082020.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder