Mentan

Tíðindaskriv frá Sørvágs Country- & Blues festivali

...

2014-05-28 19:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Nú styttist til Sørvágs Country- & Blues Festival, sum verður í døgunum 12. til 14. juni 2014, vit hava nú lagt endaligu skránna sum sæst á country.fo, seinastu nøvnini eru tí eisini komin upp á pláss. Her eru tey seinastu nøvnini.

Four Menh er bólkur heimahoyrandi í Fuglafirði, teir hava verið við á hinum undanfarnu festivalunum og hava fingið góða móttøku við teirra framførslum. Manningin er: Anfinn Jacobsen, trummur - Hugo Leo, bass - Mouritz Mohr, guitar - Njal Reinert Petersen, guitar/ keyboards og Magni Huusgaard, keyboard

Vintage, sum merkir ???Gott gamalt???, er ein bólkur mannaður við góðum gomlum tónleikarum, sum dáma at hugna sær við góðum tónleiki, teir fara at spæla í Wild West leygarkvøldi klokkan 19, sum navni á bólkinum vísir til, so fara teir at spæla góðan gamlan countrytónleik. Manningin í Vintage er: Hjalti Skaalum, sang og rytmuguitar, Erling Berg, sang og bass, Gunnar Olsen, el-guitar, Sverri Mohr Edvinsson, keyboard og Milson Zachariasen, hawaii-og resonatorguitar.

Blátt Gras er bólkur, sum í løtuni er sera aktivur, teir framføra nógvastaðni við sínum góða og svingandi tónleiki har alt er egið tilfar, onkur spildurnýggj løg verða eisini spæld. Manningin í Blátt Gras er øll úr Vágum, teir eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terji Johannesen, Gunnar Steintún og Richard H. Johansen.

Eivind & Vinmenn er bólkur samansettur við kendum fólki innan countrytónleikin, Eivind kenna vit tó nokk best fyri hansara framúr framførslur tá hann syngur Elvis løg, á festivalinum fara teir at spæla mest Country- og folk tónleik. Manningin er Eivind á Presttrøðni, Valdemar á Løgmansbø, Tummas Jakku á Løgmansbø, Jógvan Elias á Løgmansbø, John Edvin Joensen og Richard Johansen.

BBIW er ein stytting av Best Band In the World, hetta er tónleikabólkur sprottin úr Musikkskúlanum í Vágum, tónleikalívið í Vágum blomstrar og hetta er eitt gott dømi um tað, tey ið eru við í BBIW eru ungdómar í aldrinum 10 - 13 ár, tey fara at spæla breitt Country tilfar. Ljóðførini røkka frá guitar, trummur, floytir og blásarar.

Country- & Blues Jam, Hetta er lokalur bólkur sum trínur á pallin í Wild West fríggjakvøldi kl 19, kanska onkur, ella fleiri av fyriskiparunum trína á pallin, so manningina fara vit ikki at siga so nógv um her, kanska okkurt yvirraskilsi er við.

Robert verður frásøgufólk Júst sum fyrsta árið hava vit heitt á Robert McBirnie um at stýra pallunum. Vit kunnu siga at Robert eisini er lokalur, hann er ættaður úr Sørvági og kennir umhvørvið, hann er óførur til at flætta lokal ting inn í sínar annonseringar og er hann ómetaliga góður til at halda skil á orkestrum og tíðini. Samstundis er hann altíð góður til onkra skemtiliga søgu ella hending, og hann kennir ikki so fáar frá lokala umhvørvinum.

Sørvágs kirkja fer at hava listaframsýning í forkirkjuni í Sørvágs kirkju fríggjadagin til sunnudagin. Tað er Edvard Fuglø listamaður, sum sýnir fram tað ið verður kallað ???Readymades???. Tað vil siga, hann hevur tikið brúkslutir úr gerandisdegnum og sett teir saman soleiðis at teir súmbolisera hugtøk ella myndir í bíbliuni. Edward Fuglø fer eisini at siga frá sínari list.

Kirkjan verður í hesum sambandi opin frá kl. 19- 22 undir heitinum list og kvirra, har møguleiki er at njóta kvirruna í kirkjurúminum og at tendra ljós. Ein stutt andakt verður fríggjadagin og leygardagin. ??tlanin er eisini at hava friðarligar orgul tónar inn ímillum.

Sunnudagin kl. 11 verður country-gudstænasta. Marjun í Kálvalíð, prestur, prædikar og Evy Tausen fer at syngja.

Country heilsurenning verður eisini á festivalinum. Tað er rennifelagið í Vágum Frælsi, ið skipar fyri hesi country heilsurenning, ið verður leygardagin 14.juni kl. 12.00.
Byrja verður frá Sørvágs kirkju og runnið verður út til Breiðá og heimaftur (5 km). Eisini er møguleiki at ganga hendan túrin um onkur ikki setur seg fyri at renna. Tilmelding fer fram á staðnum og kostn. er kr. 40,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn. Startnummar er somuleiðis ein lutaseðil. Okkurt leskiligt verður at fáa aftaná túrin.

Atgongumerki:
Á heimasíðuni country.fo ber til at keypa atgongumerki.

Verið øll hjartaliga vælkomin á Country- og Blues Festival 12. og 14. Juni 2014.

Sørvágs Country & Blues Festivalur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder