Mynda vallærugreinirnar, sum næmingarnir í 8. flokki á pappírinum kunnu velja ímillum, tann veruleika, næmingarnir kenna í dag, ella er tíðin komin at endurskoða og dagføra valskúlan? Vagn Foldbo, skúlastjóri í Fuglafirði, heldur, at tíðin er komin at endurskoða skipanina.
- Næmingarnir hava 15 vallærugreinar at velja ímillum, tá ið teir koma í 8. flokk. Til dømis kunnu teir velja ljósmyndalæru. Hetta er ein leivd frá tí tíðini, myndir vóru framkallaðar. Eingin námsætlan er heldur fyri lærugreinina. Ein avbjóðing er eisini, at nógvar av hesum lærugreinum, næmingarnir kunnu velja, ikki eru í útbúgvingini á Námsvísindadeildini. Tað vil siga, at ein lærari í útbúgvingini ikki kann fáa førleikar at undirvísa í lærugreinum, vit bjóða út. Íverksetan og sniðgeving kunnu vera dømi um nýggjar vallærugreinar. Tørvurin er jú broyttur síðani 1997, tá ið "nýggja" fólkaskúlalógin kom í gildi. Sum heild eigur hetta økið at verða dagført.
Regin Marnersson, skúlastjóri í Miðvágs-Sandavágs skúla heldur, at talið og vavið á vallærugreinum eigur at verða avmarkað, soleiðis at næmingar fáa fleiri veruligar møguleikar.
- Vit eiga eisini at minka um tunga, kravda fakliga partin í fólkaskúlapróvnum og til dømis gera málsligar, náttúruvísindaligar og handaligar breytir.
Johan Joensen, skúlastjóri í Tvøroyrar skúla, heldur, at tímatalið til 8. og 9. flokk átti at verið víðkað.
- Vóru fleiri tímar, høvdu vit kunnað bjóðað eina 4 tíma breyt við skeiðum í nøkrum av hinum lærugreinunum. Hesir tímarnir áttu ikki at verið valfríir; tá kundi skúlin skipað fyri, at partar av viðkomandi evnum vórðu tiknir upp sum styttri skeið, har øll vóru við og harvið fingu eina breiðari menning, enn um tey valdu frá ella einki høvdu at velja í. Listin av vallærugreinunum, sum ongantíð verða veruleiki, er jú langur, tí eingin ella ov fá velja tær.
Skúlastjórin í Skúlanum á Argjahamri heldur, at skipanin eigur at kunna gerast liðiligari, soleiðis at til ber at fáa fólk við ymsum listagreinum inn í skúlan.
- Lat okkum fáa høvi at løna fólki við ymiskari fakligari bakgrund ordiliga, sigur Marjun Holm, skúlastjóri á Argjahamri.
Skúlastjórin í Runavíkar kommunuskúla heldur, at útboðið av lærugreinum altíð eigur at vera tað, sum skúlin kann bjóða.
- Sum skúli mugu vit hyggja at, hvørjir møguleikar eru fyri at skipa ta útbodnu vallærugreinina, og hvat í veruleikanum er aktuelt, tað vil siga, hvat er frammi í tíðini, hvat vilja næmingarnir hava, hvør er tørvurin, hvør er eftirspurningurin, og hvat er útboðið. Lærarar mugu útbúgvast til ymsu vallærugreinirnar, og atlit mugu takast til hølisviðurskifti og útgerð, sigur Durita P. Joensen.
Lesið drúgva grein í nýggjasta Skúlablaðnum, sum kemur í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald