Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, hevur svarað skrivliga fyrispurninginum, ið undirritaði setti viðvíkjandi heilsufrøðiligari góðkenning, at sleppa á brasilska marknaðinum.
Bakgrund
Tað hevur verið ført fram, at føroyskar fyritøkur hava kannað møguleikan, tí brasilski marknaðurin verður mettur at vera serstakliga áhugaverdur, tí landið upplivir stóran búskaparvøkstur. Miðalklassin veksur við økta búskapinum, ið ger, at miðalklassin eftirspyr betri og dýrari góðsku, men føroysku fyritøkurnar sleppa ikki at útflyta t.d. saltfisk, tí Føroyar hava ikki neyðugu heilsufrøðiligu góðkenningina. Av tí at Føroyar ikki hava nakra avtalu, sleppa føroyskar fiskavørur ikki á brasilska marknaðin. Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk kr. 500.000 á fíggjarlógini í 2013, har játtanin millum annað skuldi nýtast til, ???at gera avtalu við triðjalond herundir Brasil um sínámillum góðkenning av matvørumyndugleika???.
Landagóðkenning
Tá matvørur skulu útflytast til Brasil, skulu tvey sløg av góðkenningum gerast:
1. ein landagóðkenning og
2. ein góðkenning frá brasiliansku myndugleikunum fyri hvørt einstakt føroyskt matvøruvirki, ið ynskir at útflyta úr Føroyum til Brasil.
Heilsufrøðiliga starvsstovan tók upp samband við brasiliansku myndugleikarnar í fyrru helvt av 2013 fyri at fáa eina landagóðkenning, og lat í tí sambandinum brasiliansku myndugleikunum eina almenna frágreiðing svarandi til tær frágreiðingar, ið vanliga verða latnar ES. Frágreiðingin inniheldur nógvar av teimum upplýsingunum, sum skulu latast fyri at fáa landagóðkenning. Frágreiðingin varð latin á portugisiskum máli. Brasiliansku myndugleikarnir vendu aftur við ítøkiligum spurningum, og miðjar Heilsufrøðiliga starvsstovan eftir at svara spurningunum í 2014.
Góðkenning av virkjum
Eftir at landagóðkenningin er fingin, er næsta stigið so at fáa góðkenning av einstøku virkjunum, t.e. at einstøku matvøruvirkini í Føroyum skulu søkja um at koma á brasilianska listan, eftir teimum treytunum, ið brasilianski myndugleikin setur. Leisturin er áleið tann sami, sum tá tað snýr seg um útflutning til onnur lond, t.d. ES / Russland og Kina. Tó umframt hetta, so leggja brasiliansku myndugleikarnir serstakliga stóra áherðslu á merking av vøru, t.d. at hendan skal verða á portugisiskum, og skal øll merking verða partur av góðkenningini, ið fæst frá brasiliansku myndugleikunum.
Er útflutningurin til engrosliðið í Brasil, so skuldi tað verið rímiliga lætt við brasiliansku merkingarkrøvunum, tá talan er um fiskavørur, men um vøran fer beinleiðis til endabrúkaran í Brasil, er brasilianska merkingarkravið torført at ganga á møti.
Umsókn
Tá umsóknin um at koma á brasilianska listan er gjørd av føroyska virkinum, ið ynskir at útflyta til Brasil, og viðgjørd og allarhelst viðmælt av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, skal starvsstovan senda umsóknina til brasiliansku myndugleikarnar.
Næsta stigið er, at inspektørar frá brasiliansku myndugleikunum skulu koma til Føroya at skoða einstaka virkið, og við støði í hesum verður so endaliga tikið avgerð um, hvørt føroyska matvøruvirkið kann koma á listan.
Drúgv viðgerð
Heilsufrøðiliga starvsstovan metir, at hesin parturin kann gerast rættiliga drúgvur. Á fundi í Bruxelles í juni 2013, vóru tað lond sum Litauen og Belgien, ið høvdu bíðað í langa tíð eftir vitjan úr Brasil (hesi londini høvdu frammanundan landagóðkenning). Á fundinum varð eisini tosað við umboð fyri týskt meiarí, ið ger m.a. ost. Týskland hevur havt landagóðkenning síðan einaferð í 90-unum, men týska meiaríið, ið framleiðir ost til endabrúkaran, var ikki enn góðkent av brasiliansku myndugleikunum.
Spennandi marknaður
Um so er, at føroysku fyritøkurnar sleppa á brasilska marknaðin, hevur tað við sær, at útflutningurin av t.d. føroyskum saltfiski verður ikki so tengdur at suðurevropeisku londunum, har stígur er komin í búskapin, men letur harafturímói dyrnar upp fyri einum stórum og spennandi marknaði, ið kann koma føroyska samfelagnum góðar. Tí er tað mín vón, at landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir víðari við at málinum, so at vit í framtíðini sleppa at útflyta fisk til brasilska marknaðin.
Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald