
Norðurlendska Herðaklappið varð í dag ??? á norðurlandadegnum ??? handað hjúnunum ??óru ??óroddsdóttir og Martin Næs.
Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum handar herðaklappið. Herðaklappið verður givið persónum ella felagsskapum, ið hava gjørt nakað serligt fyri annaðhvørt at gera vart við Føroyar í Norðurlondum ella Norðurlond í Føroyum.
Herðaklappið verður í ár ??? á fimmti ára degnum fyri undirskrivingina av Helsingforssáttmálanum ??? latið ??óru þóroddsdóttir og Martini Næs, serliga fyri teirra bókmentanarliga arbeiði.
Hesi føroysk-íslendsk hjúnini hava verið fyrimyndarlig í norrønum høpi. Martin við sínum bókmentaliga avriki, bæði sum bókavørður, høvundur og týðari, og seinni sum embætismaðurin í Mentamálaráðnum, sum hevur arbeitt við norðurlendska mentanarsamstarvinum burturav.
??óra ??óroddsdóttir hevur eisini verið ein íðin týðari, og hevur flutt íslendskar bókmentaskattir yvir í vakurt føroyskt mál, ikki minst meistaran Haldór Laxness, hvørs skaldskap hon hevur talað so heitt fyri í Føroyum.
Almenningurin fekk kanska fyrstu ferð kunnleika til góða málførleikan hjá hesum hjúnunum, tá stuttligu bøkurnar um Jón Odd og Jón Bjarna vórðu lisnar í Barnaútvarpinum.
??óra, ið er útbúgvin ergoterapeutur, hevur eisini gjørt vart við seg, ikki bara í Norðurlondum, men altjóða, við slóðbrótandi bókini ???Rura??? um sansaskipanina og rørslumenningina hjá børnum.
Seinastu árini er hon so farin undir eitt miðvíst arbeiði við at flyta skaldskapin hjá Haldóri Laxness yvir í føroyskt mál.
Hjá okkum í Norrøna Felagnum hava vit havt stóra gleði av vakra málinum hjá ??óru, serliga undan jólum, tá hon ??? ja, tað er vorðið siðvenja eftirhondini ??? lesur hugtakandi íslendska kvæði hjá Jóhannesi úr Kötlum um teir 12 jólasveinarnar á norðurlendska jólahugnanum, sum felagið skipar fyri á Reinsarínum undan jólum saman við norðurlendsku vinafeløgunum í Føroyum.
--
Fakta
Hesi hava fingið Norðurlendska Herðaklappið frá Norrøna Felagnum:
2015: Ragnar Jacobsen, útvarpsvertur
2016: Leif Sørensen, kokkur
2017: Torbjörn Nyström, stigtakari til sv-fø orðabók
2018: Sissal Kj. Kristiansen, sniðgevi
2019: Kórsamband Føroya
2020: - ongin handan
2021: ??óra þóroddsdóttir og Martin Næs, týðarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald