Geir og Didem, sum er projekt fíggjarleiðari hjá Besiktas, og Per Gulklett, stjórin hjá Thor
Gumman hjá Thor Frigg, Sigvør B. Johannesen
Skiparin á Thor Frigg, Jóhan Jacob Jakobsen
Kl 11 í morgun bleiv M/V Thor Frigg handað Thor reiðarínum á Besiktas skipasmiðjuni í Turkalandi. Eitt hátíðarhald við umboðum fyri reiðaríið og innbodnum var hildið, har alt gekk uppá stás.
M/V Thor Frigg bleiv sjósett 30. apríl og hevur arbeiðið gingið heilt væl. M/V Thor Frigg er nummar trý í røðini av fýra nýbygningum hjá felagnum, sum eru serútgjørdir til fleirtáttaðar tænastur fyri seismikskip. Skipini verða øll flokkaði í hægsta umhvørvis- og ísklassa, nevnt: Clean Design, Recyclable og Ice-1A og eru 64,4 metrar til longdar og 2089 BT til støddar.
Nýbygningarnir hjá Thor setir felagi í ein klassa fyri seg innan seismikk support vinnuna og ruddar slóð fyri nýggjum tænastu møguleikum hjá felagnum.
Tað var Sigvør B. Johannesen, sum doypti skipið. Sigvør er kona ein av eigarunum av Thor, Gunnbjørn Joensen.
Thor hevur langtíðar sáttmálar við PGS, og Thor Frigg fer beint í arbeiði.
P/F Thor
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald