JN

Theodor Thomassen 105 ár

...

2013-10-28 20:27 Author image
placeholder

 Sørvágur: Stórur dagur er í Sørvági í dag, nú Theodor Thomasen kann hátíðarhalda 105 (eitthundraðogfimm!) ára føðingardag sín.


Hann er samstundis elsti borgari í bygdini og á Føroya landi, men ynskir ikki at gera so nógvan háva burtur úr tí.

Nógv vilja sjálvandi seta fram spurningin, um hvussu tað ber til, at hann hevur rokkið so høgum aldri.

Tað gjørdu tey eisini í morgunsendini í Kringvarpinum, og svar hansara kom beinanvegin:

- Eg veit ikki. Tá man er frískur og hevur tað gott, - og ja, er fornøjaður, tað ger í øllum førum gott.

Og so legði hann, við vísdómi aftrat: - Tá mann befinnir seg gott og sær ljóst uppá tað heila, so kann man røkka so høgum aldri.


GRINDIN ER G??Ð
Theodor Thomasen hevur verið sjómaður alt sítt lív, og róði út líka til fyri seks árum síðani. Tá hann var 99 ára gamal, byrjaði sjónin at bila so mikið, at hann ikki fekk róð út longur.

Í dag verður nógv tosað um hvørja ávirkan maturin hevur á heilsu okkara. Men fyri 105 ára gamla sørvingin hevur maturin ikki havt so nógv at siga.

- Vit ótu bara tað sum vit høvdu, segði hann so vísiliga við Kringvarpið.

Hesin maturin fevndi bæði um grind, spik, fisk og annað slíkt sum fekst úr havinum.

- Alt hetta svansið sum er frammi í dag, tað er ikki gott. Eg havi etið nógva grind og nógv spik - TAÐ var gott. Eg haldi meg í øllum førum ikki hava tikið skaða av tí.

- Nei, góður føroyskur matur, tað er tað besta, sigur Theodor Thomassen.

Fyri 26 árum síðani misti Theodor konuna. Tey fingu 10 børn, fimm dreingir og fimm gentur. Theodor búði einsamallur til hann fylti 100 ár. 

Síðani tá hevur hann búð hjá dóttrini Elisu, har hann enn býr, tað skrivar portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder