2014-06-19 18:10
Á felags kirkjuráðsfundi í gjárkvøldið hin 18. juni 2014 innstillaðu kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi Theodor Eli Dam Olsen til kallið sum sóknarprestur. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir og setir sóknarprestin í embætið, tá ið formligu viðurskiftini eru greidd.
Prestagjaldið er tað yngsta í landinum og hevur tvær kirkjusóknir, Hoyvík og Kaldbak. 4 umsøkjarar vóru til embætið.
Sunnudagin 6. september 2014 skipar Uni Næs dómpróstur Theodor í kallið við gudstænastu í Hoyvíkar kirkju kl. 11.
Tað skrivar JF á www.flkakirkjan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald