Politikkur

The Land of Maybe ??? No More

...

2020-05-26 22:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eingilsmennirnir nevndu Føroyar ???The Land of Maybe.??? Orsøkin var, at í Føroyum er veðrið tað, ið avger, hvat ber til at gera.

Soleiðis er tað enn í stóran mun í dag ??? bæði á landi, sjógvi og fyri flogferðsluna. Tí hava álítandi veðurtíðindi avgerandi týdning fyri fólk, vinnu og alt samfelagið hjá okkum.

Føroyska veðurtænastan hevur verið føroyskt málsøkið í 11 ár, men tíverri keypa vit enn okkara veðurtíðindi frá veðurstovnum uttanlands.

Í síðstu samgongu bleiv skjøtul settur á, at menna eina framkomna føroyska veðurtænastu. Fyrireikingararbeiðið er gjørt, og nú manglar bert játtan til arbeiðið. Niðurstøðan frá fyrireikingararbeiðinum er, at fyri at menna eina veruliga føroyska veðurtænastu við fleiri veðurfrøðingum og betri og meira álítandi veðurforsagnum, fer hetta at kosta tilsamans 8 milliónir krónur. Játtanin í dag er longu 5 milliónir, sostatt resta 3 mió. kr. í fyri at gongd veruliga kann koma á.

Tí hava Beinta Løwe og Høgni Hoydal, tingfólk fyri Tjóðveldi, lagt uppskot fyri tingið, um at játta 3 milliónir krónur til Veðurstovu Føroya, og vit vilja, at Veðurstova Føroya verður løgd í Klaksvík, í samstarvi við Trygdarmiðstøðina og Klaksvíkar Sjómansskúla, og at ein veðurfrøðingur verður settur við flogvøllin í Vágum.

???Føroyar munnu vera eitt tað landið í Heiminum har veðrið hevur havt og enn hevur mestan týdning fyri alt, ið vit gera sum tjóð, sum einstaklingar og sum bólkarí samfelagnum. Bæði í vinnu, í frítíð, í innløgu og í okkara sosialu samveru í gerandisdegnum.??? sigur Beinta Løwe, uppskotssetari.

Vit eiga útbúnar veðurfrøðingar og dugnalig fakfólk á sjógvi, landi og í luftini, sum kunnu uppbyggja eina føroyska veðurstovu. Tað eru eldsálir millum teirra, ið hava gjørt uppskotið til at menna føroyska veðurtænastu.

???Veðurlagsbroytingarnar á knøttinum og her í Norðuratlantshavi og í Arktis eru stóra vandamálið og avbjóðingin hjá øllum heimsins tjóðum. Tí eiga vit nú at seta okkum málið at gerast millum fremstu tjóðir í veðurtænastu og gransking í veðurlagsbroytingum.??? Sigur Høgni Hoydal, uppskotssetari.

??ll tosa um veðrið - vit gera nakað við tað!

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder