Vinna

TF Holding víðkar samtaksleiðsluna

...

2013-11-18 16:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TF Holding hevur nú tveir stjórar. Súni Schwartz Jacobsen er settur sum forstjóri í TF Holding afturat Regini Hammer, stjóra. ??kta virksemið krevur, at samtaksleiðslan verður víðkað, staðfestir nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Alsamt vaksandi virksemið hjá TF Holding á fíggingarog tryggingarmarknaðinum hevur við sær, at tørvur er á eini breiðari leiðslu. Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur tí avgjørt, at TF Holding skal hava tveir stjórar í ovastu leiðsluni.

Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, verður eisini forstjóri í TF Holding, og Regin Hammer heldur fram sum stjóri í TF Holding og sum forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.

Í samtakinum fer Súni Schwartz Jacobsen at hava fíggingar- og íløguvirksemi sum sítt høvuðsøki. Harumframt fær hann yvirskipaðu leiðsluna og eitt nú ábyrgdina av samtaksroknskapinum.

Skaða- og lívstryggingarvirksemið verður framhaldandi høvuðsøkið hjá Regini Hammer, eins og hann fær ábyrgdina av váðastýringini í samtakinum.

Longu tá TF Holding á vári 2011 keypti 70 prosent av partapeninginum í Eik Banka frá Fíggjarligum Støðufesti var greitt, at virkisøkið hjá samtakinum, sum einamest hevði fingist við tryggingar, fór at broytast munandi.

Á øðrum økjum í TF Holding er eisini nógv hent. Virksemið hjá Betri pensjón er nógv økt, og framburður og mennandi átøk hava eyðkent tryggingarvirksemið sum heild seinnu árini. Áhugaverdar íløgur hjá TF Holding hava eisini kastað væl av sær.

Gunnar í Liða, nevndarformaður, vísir á týðandi støðuna, samtakið hevur sum tryggingarfelag og fíggingarstovnur í føroyska samfelagnum.

??? Ein skipað tilgongd at laga samtakið til nýggjar tíðir er sett í verk. Samstundis hava vit fingið Eik Banka aftur á rætta kós, sigur Gunnar í Liða, nevndarformaður, og vísir á góða úrslitið hjá samtakinum í fjør og fyrra hálvár í ár.

Samanumtikið hevur TF Holding fyrireikað seg til at taka við avbjóðingunum, ið liggja á leiðini frameftir.

??? Nevndin er sannførd um, at víðkanin av ovastu leiðsluni gevur samtakinum, sum er ein hornasteinur í føroyska fíggjargeiranum, eina uppaftur sterkari støðu, sigur Gunnar í Liða, nevndarformaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder