Hálvársúrslitið eftir skatt hjá TF Holding samtakinum gjørdist 88 mió. kr. í avlopi ímóti 95 mió.kr. við hálvárið í fjør. Eginpeningurin hjá TF Holding samtakinum er 2,2 milliardir krónur.
TF Holding samtakið fevnir um m.a. Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, 70% av Eik Banka og onnur ognar- og íløgufeløg.
TF Holding P/F 2,2 milliardir krónur í eginpeningi
Hálvársúrslitið hjá samtakinum fyri 2013 gjørdist nakað betri enn mett við ársenda 2012. Orsøkin er ein jalig gongd innan bæði tryggingar-, pensjón-, peningastovna- og íløguvirksemi. Hetta gav samtakinum eitt samanlagt avlop í fyrra hálvári 2013 á 88 mió. kr. eftir skatt og eftir minnilutaáhugamál. Minnilutaáhugamál er í høvuðsheitum parturin hjá Finansiel Stabilitet í Eik Banka. Eginpeningur felagsins er tí nú 2,2 milliardir krónur.
Solvensurin hjá samtakinum er 33% í mun til lógarkravið, ið er 8%.
Fáir tryggingarskaðar
Gongdin í skaðatryggingarvirkseminum var nøktandi og merkt av fáum stórum skaðum. ??rslitið hjá skaðatryggingarvirkseminum eftir skatt gjørdist eitt avlop á 23,2 mió. kr. 1. juli lækkaðu tryggingarpremiurnar munandi, so væntað verður at seinna hálvár fer ikki at hava eins stórt avlop sum fyrra hálvár.
Betri pensjón avlop á fyrsta sinni
Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið er framvegis í menning, og marknaðarluturin hjá Betri pensjón økist støðugt. ??rslitið fyri fyrra hálvár 2013 gjørdist eitt avlop á 1,8 mió. kr. eftir skatt. Pensjónsreformurin er samtyktur og kemur í gildi 1. januar 2014. Og Betri pensjón hevur brynjað seg til at taka ímóti avbjóðingunum í hesum sambandi.
Peningastovnsvirksemi
Eik Banki hevði fyrra hálvár 2013 eitt avlop á 45 mió. kr. eftir skatt, eftir at 6,7 mió.kr. netto vóru avsettar til niðurskrivingar á lán og ognum annars. Sethúsarenturnar eru í seinastuni lækkaðar munandi, so væntað verður at seinna hálvár fer ikki at hava eins stórt avlop og fyrra hálvár.
Eginognin hjá Eik Banka var við árslok 1.229 mió. kr. Bankin hevði við hálvárslok 2013 ein solvens á 23,3%, sum er munandi meira enn solvenstørvurin á 11,2% og lógarkravda minstakravið á 8%.
Eitt trygt og sterkt samtak
Regin Hammer, forstjóri í TF Holding, fegnast um úrslitið hjá samtakinum og sigur: ???Tað er gleðiligt, at samtakið nú hevur havt møguleika at lækka tryggingarpremiur og útlánsrentur til gagns fyri okkara kundar og eigarar.
Fyrra hálvár vísir okkum enn eina ferð, at vit eiga dugnalig starvsfólk í øllum samtakinum, sum veita eina góða tænastu og skilagott umsita eitt sterkt og trygt samtak.???
Tað verður framvegis væntað, at endaliga úrslitið fyri 2013 hjá samtakinum fer at liggja millum 90 og 130 mió. kr. eftir skatt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald