Nú sagt verður frá sera vánaligum veðrið bæði í nátt og mánanáttina, munnu tey flestu skipini fara at koma inn. Í nátt verður sagt frá upp til 25 m/sek. og mánanáttina verður vindurin omanfyri 30 m/sek.
Íslendska skipið Jón Kjartansson er farið at sigla til Íslands, Jón Kjartansson hevur roynt, eftir svartkjafti, í føroyskum sjógvi sunnanfyri, har eru eisini Slættaberg og Fagraberg, men teir munnu fara at sigla í dag.
Les eisini: Tað verður stormur í kvøld og nátt og ódn mánanáttina.
4 partrolarar royna í útsynning úr Suðuroynni, eitt par roynir norðanfyri og eitt eystanfyri, 3 lemmatrolarar royna eystur úr Fugloynni og 5 línuskip royna norðan- og vestanfyri, men helst koma øll inn í dag og í kvøld.
Sí skipini á myndini niðanfyri, sum er frá Vikmar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald