Vinna

Tey flestu skipini eru komin inn

...

2014-12-10 04:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fleiri av svartkjaftaskipunum komu inn í gjár, Fagraberg er komin ínn í dag og Norðborg er í kvøld á veg á Klaksvík.  Íslendsku skipini Hoffell og Jón Kjartansson eru komin á Vág.

Núpur hevur roynt vestanfyri, hann er í kvøld á veg inn og Eivind hevur roynt norðanfyri, teir eru komnir undir land norðanfyri.

Brestir, Vesturtúgva, Grønanes, Beinisvørð og Thor kroka undir Viðoynni.

Nakrir partrolarar royna enn eystanfyri, teir eru Stjørnan/Polarhav, Stelkur/Bakur og Heykur og Falkur.

Sagt veður frá nógvum vindi í nátt og allan morgin, ættin verður útsynningur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder