2015-05-08 03:36
Tey flestu skipini komu inn undan óveðrinum, sum var í gjár og fyrradagin. Um middagin í dag loystu tey flestu aftur og eru í kvøld á fiskifeltinum.
Svartkjaftaskipini royna sunnanfyri, har eru góð 30 skip, fleiri russisk, íslendsk og norsk umframt tey føroysku. Gulllaksaskipini royna vestanfyri og partrolararnir eystan- og sunnanfyri. Garnaskipini eru norðan- og eystanfyri.
Nøkur línuskip liggja inni enn - tað er helst ti, at tað er sera harður streymur, hann batnar aftur fyrst í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald