Vinna

Tey flestu makrel- og sildaskipini eru inni

...

2013-09-16 12:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tey flestu makre- og sildaskipini eru inni, tó eru Norðborg og Christian í Grótinum á feltinum eystanfyri, Atlantsfarið loysti í nátt og er ávegis eystureftir.

Sjagaklettur, Slættaberg og Vesturleiki liggja í Ánunum, Jupiter er á Fuglafirði, Finnur Fríði landar á Tvøroyri, Grunnabarð er á Vági, Tróndur í Gøtu liggur í Havn. Fagraberg landar í Kollafirði, á Kollafirði liggur eisini Tummas T, í Runavík liggja Saksaberg og Høgiklettur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder