2014-07-05 04:04
Alexandre Silva, sum í fleiri ár hevur verið venjari hjá 07Vestur, og eisini arbeiðir í barnagarðinum Sóljugarði í Sandavági, pyntaði Sóljugarð, áðrenn hann fór til Brasil at hyggja eftir VM .
Í Brasil er góður hýrur í kvøld, men eisini her í Sandavági halda tey flestu við Brasil - tillukku.
Sí myndirnar niðanfyri.
Dagf. 7. juli:
Soljóðandi skriv kom frá Sóljugarði í dag:
Hey Jóanis
Vil bara líka gera vart við, at tað er ikki Silva, sum hevur pyntað við Brasilfløggum í Sóljugarði. Men tað eru starvsfólkini í Sóljugarði (harímillum eisini Silva), sum hava pyntað Sóljugarð við okkara litum, Sóljulitum - Gult og grønt. Hetta varð gjørt ísamband við, at Sóljugarður varð 11 ár - 15. juli :) Men annars ein fittlig søga ;)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald