![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Nú SSL leggur uppskot til broytingar til ferðaætlan til hoyringar, er fyrsta viðmerkingin: NEI!Ferðaætlan skal ikki broytast til Erlu Kongsdóttir á nólsoyarleiðini, tí HER SKAL TERNAN SIGLA, meðanSAM er á beding.
Erla Kongsdóttir er eykaskipið, ið SSL hevur bygt at røkja allar leiðir!https://www.ssl.fo/fo/tidindi/erla-kongsdottir-verdur-nu-riggad-til/SSL skrivaði: ??? Sum nú er, ber til at leggja at við Gomlurætt, í Skopun, á Syðradali og í Klaksvík???.
Tríggir faktorar, at Erla Kongsdóttir sjálvsagt skal avloysa SAM:
1) Bæði í Klaksvík og á Syrðadali eru ???flytiligar??? rampur. So um tørvur er á bili, eigur ongantíð atverða trupulleiki at fáa bilin í land.
2) Siglingartíð SAM stendur at verða 20 min. Við Erlu Kongsdóttir eigur siglingartíðin helst at kunnastyttast munandi.
3) Báðu megin eru bussar (bygdaleiðir). Tað eigur at hava við sær minni trýst av fremmandum bilumtil kópakonuna.
Tríggir faktorar, at Erla Kongsdóttir IKKI SKAL SIGLA TIL N??LSOYAR:
1) Í Nólsoy og í Havn eru IKKI flytiligar rampur og tí eru bæði trupuleikar og seinkingar, at fáa bilarumborð og í land.
2) Tað hevur verið sjón fyri søgn, at ferðatíðin verður ikki stytt ??? og mær vitandi hevur einginnólsoyingur sett krav um skjótari siglingartíð (enn Ternan við 20-25 min.).
3) Her verður enn størri ruðuleiki, um vit ikki fáa stabilitet í bilaflutningin: Farm, olju og ruskbilar.Haraftrat er, serliga um summarið, alneyðugt, at ferðafólk eisini sleppa við ??? uttan at arbeiðsfólksetast aftur.
Nú má tryggleiki valda í Nólsoy.Vit mugu verða so frægt vird, at tó at Ternan helst verður tikin fyri Teistan, kann tað ikki hava viðsær, at Ternan eisini skal takast fyri Erlu Kongsdóttir.
Sjálvsagt fegnast vit um at verða hoyrd í mun til ferðaætlan, men hetta eigur at vera til vanliguferðaætlanina, ikki bert til eina eykaferðaætlan, tí at vit skulu dragast við ferju, ið fer eftir fer vísir segónýtilig á hesi leið!
Vit skulu ikki verða hoyrd, bert fyri at verða drigin upp á tráð, at gloypa ónýtiligari ferju!
Broytt eyka-ferðaætlan og ónýtilig Erla Kongsdóttir skal ikki verða ???halt kjaft bomm??? til atnólsoyingar bert seta seg hendur í favn og lata matvørubúð og ferðavinnu detta niðurfyri.Samstundis kunnu vit heldur ikki liva í ótryggleikanum, ið alla tíðina er, um ein sleppir í skúla og tilarbeiðis ??? og heim aftur.
Farleiðin til Nólsoyar er ikki eitt ???spari-økið???!
Farleiðin til Nólsoyar er okkara ???tunnil??? til samfelagið Føroyar!
Tað hevur borið til, at Ternan røkir farleiðina til Nólsoyar og samstundis hevur tveir farmatúrar fyriSAM - um vikuna. Bygg nú á tær góðu royndirnar heldur enn at dragast við tað, ið ikki ber til.
Jákup av Skarði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald