Vinna

Telebúðin á flogvøllinum letur upp aftur

...

2021-09-06 06:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikudagin 8. september letur Telebúðin á flogvøllinum upp aftur. Í hesum sambandi verða góð tilboð, kapping og gott til góman á skránni. Telebúðin á flogvøllinum lat fyrstu ferð upp 3. juni 2019. Hetta var liður í at veita tænastu til vágafólk og mongu ferðafólkini, ið ferðast um flogvøllin. 15. juni 2020 lat Telebúðin aftur orsaka av koronu, men nú er ráðiligt at lata dyrnar upp aftur, og hetta verður 8. september.

Telebúðin á flogvøllinum hevur opið mánadag til fríggjadag kl. 10 ??? 17.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder