2013-12-16 15:00
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað ES-fiskivinnukommisserinum upp á tilboðið.
Føroyar taka ikki av tilboðnum frá Mariu Damanaki, ES-fiskivinnukommisseri, sum hon læt Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, tá hon var á vitjan í Føroyum í farnu viku.
Jacob Vestergaard svaraði seint í gjárkvøldið.
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Jacobi Vestergaard, sum er á veg til Danmarkar.
Meiri verður at frætta seinni.
Kelda kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald