Vit vilja bjóða tykkum til serligt tiltak á Barnaheiminum í morgin, mikudagin 28. mai kl. 14.00. (Pedda við Steinsgöta 10, Tórshavn).
Vit sum búgva og arbeiða á Barnaheiminumhava hava fingið ágóðan av eini verkætlan, sum ALS og Tekniski Skúlin í Tórshavn samstarva um.
ALS bjóðar sínum viðskiftafólkum at luttaka á einum 3 mánaðar longum handverkaraskeiði. Tekniski skúlin stendur fyri sjálvari undirvísingini á hesum skeiði, og næmingarnir hava skipað fyri eini stórari verkætlan, sum á hesum sinni gagnar okkum á Barnaheiminum.
Næmingarnir hava sniðgivið, snikkað, smíðað og málað, soleiðis at uttanduraökið hjá okkum er fríðkað, og vit hava fingið nýggjar lutir og öktar möguleikar, sum eggja okkum at brúka uttanduraumhvörvið at vera saman í og um.
Eitt mennandi umhvörvi er avgerandi fyri trivnaðin og menningina hjá hvörjum einstökum. Og við hesi verkætlan hava vit á Barnaheiminum fingið fyrsta stig í eini störri ætlan fyri uttanduraumhvörvið rundan um Barnaheimið.
Tekniski skúlin hevur valt at handa sínum næmingum, sum hava verið virknir í hesi verkætlan, síni prógv uppi á Barnaheiminum.
Og hetta vilja vit fegin bjóða tykkum at vera við til, og vónandi gera eina samröðu við næmingar, starvsfólk og börn um hvönn týdning hetta hevur fyri okkum sum brúka ökið og lutirnar, sum vit nú hava fingið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald