Ítróttur

Teir ungu troka seg framat

...

2014-04-08 02:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
07vestur.fo skrivar: Í Vágum eiga vit framúr góðar ungar leikarar, tað vita vit, og nú eru teir farnir at leggja billett inn á besta liðið. Seinastur var Beinir Guttesen úr Bø, sum fekk sín frumdyst í Klaksvík leygardagin. Seinastu vikurnar hava eisini Silas Eyðsteinsson og Jóannis á Steig fingið sínar fyrstu dystir á besta liðinum. Allir tríggir eru just vorðnir 16.

Jóannis á Steig var ársins fyrsti debutantur, og tað var longu í øðrum umfarið, tá hann kom á vøllin í 76. minutti á útivølli móti TB. Jóannis er vinstra beintur og spælir fyri tað mesta á vinstra bakkplássi ella vinstru miðju. Ungi sandavágsdrongurin hevur eitt sera gott skot, sum eisini hava givið okkum fleiri mál upp ígjøgnum á ungdómsliðunum, bæði í vanligum spælið og uppá deyðbólt.

Silas Eyðsteinsson var kastaður í eldin fyri fyrstu ferð, tá hann byrjaði inni móti AB í triðja umfarið á heimavølli á Valloyruni. Silas hevur eisini spælt seg inn á U17-landsliðið, sum júst er farið til Wales at spæla. Silas er málmaður, men tað eyðkenda við hansara spælið er framúr bóltførleikin, sum ger, at vit kunnu halda uppá bóltin og byggja spælið upp úr verjuni.

Spennandi verður at vit hvussu hesir fara at klára seg komandi tíðir, og hvør verður næstur. Onkrir eru farnir at røra uppá seg, t.d. fekk ein ungur sørvingur Sjúrður E. Petersen, eisini 16 ár, sín fyrsta dyst í vaksnamannadeildini, á okkara øðrum liðið móti Giza/FCH leygardagin.

Spennandi!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder