Í dag tók Team Klaksvík móti Neistanum í FTZ-deildini hjá monnum. Man skal helst vænta nógv av Team Klaksvík í ár, sum annars hava havt tað trupult síðani teir komu í bestu hondbóltkappingina.
Team Klaksvík fekk fyrsta málið í Klaksvík í dag, og komu ongantíð afturum móti Neistanum. Hálvleiksstøðan var 13-11, og Team Klaksvík vann 25-23 á Neistanum.
Málskjúttar.
Team Klaksvík: Sakaris Ludvík Súnason 10, Sámal á Tjaldrafløtti 6, Vilhelm Vilhelmsen 3, Finnur Hansson 2, Hørður F. Sigtórsson 2 og Jens Pauli Mohr.
Neistin: Rasmus Søby 6, Teis Horn Rasmussen 6, Pætur Mikkjalsson 4, Høgni Zachariassen 3, Torkil Mørk Hentze 2, Karl Martin Olsen 1 og Rúni Olsen 1.
Støður:
5. min. 3-2
10. min. 5-4
15. min. 6-5
20. min. 9-7
25. min. 12-9
30. min. 13-11
35. min. 16-13
40. min. 19-16
45. min. 20-18
50. min. 22-19
55. min. 22-21
60. min. 25-23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald