Vinna

Tanum skal eita Rescue LÍV

...

2021-07-08 10:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 10. juli kl. 15 fær bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag navnið RescueLÍV. Alment tiltak verður í tí sambandi í og uttanfyri hølini hjá Havnar Bátafelag undirBryggjubakka. 

Tanum varð keyptur fyri tveimum árum síðani. Hann er nú umvældur, og settur í tilbúgving. Tanumavloysir undanfarna bjargingarbátin, Rescue LÍV. 

Leygardagin 10. juli kl. 15, verður Tanum navngivin Rescue LÍV, og verður høvið at síggja nýggjabátin, saman við aðrari útgerð hjá Havnar Bjargingarfelag. 

Eisini verða røður, okkurt lætt til matna, Jens Marni fer at syngja og ymiskt gott verður til børnini. 

??ll eru vælkomin undir Bryggjubakka leygardagin 10. juli klokkan 15.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder