2021-07-09 11:21

Gjáramorgunin klokkan 05:09 fekk MRCC støðin fyrsta av trimum uppgávum í gjár, sum teir sendu víðari til manningina umborð á Tanum.
Ein bátur hevði fingið um skrúvuna eystanfyri Nólsoynna. Tanum sleipaði bátin til Havnar. Uppgávan tók 4 tímar og 10 min.
Klokkan 10:30 vóru aftur boð eftir manningini á Tanum. Ein bátur sum sleipaði ein annan bát var uppsteðgaður útfyri Argjalandinum. Tanum sleipaði annan bátin og Eyð sleipaði hin. Eyð er ein vatnskutari hjá Havnar Bjargingarfelag. Uppgávan tók 50 min.
Klokkan 20 í gjárskvøldið komu boðini um, at ein bátur hevði fingið motorbrek eystur í holinum. Tanum sleipaði bátin á Havnina. Uppgáva tók 10 tímar.
Mikukvøldi gjørdi Tanum ein sjúkraflutning úr Nólsoynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald