2014-11-22 00:32

Seinnapartin kl. 17.15 í dag varð boðað frá eldi í einum sethúsum á Langasandi í Kollafirði.
Sløkkiliðið í Havn varð boðsent, og fyri løtu síðan segði Kartni Jacobsen sløkkiliðsleiðari í ??F, at tamarhald var á eldinum, sum helst var kyknaður í fýrrúminum.
Húsini hava fingið skaða, men enn er ikki greitt hvussu stórur skaðin er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald