JN

Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina

...

2014-07-17 04:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sunnudagin 20. juli, fimta sunnudag eftir trinitatis (tríeindardag), er talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum.

Sjómansmissiónin byrjaði sítt skipaða arbeiði í 1918, og hon hevur enn ein virknan leiklut millum sjófólkið.

Sjómansmissiónin, sum hevur skrivstovu í Nesvík, hevur ein trúboðara í starvi. Trúboðarin vitjar millum 300 og 400 skip og bátar árliga. Í vár var hann og vitjaði føroysku frystitrolararnar í Barentshavinum. Eisini útlendsk skip fáa vitjan. 40 sjómanskvinnuringar eru knýttir at Sjómansmissiónini. Teir stuðla fíggjarliga, við forbøn og við at gera teir umleið 1200 jólapakkarnar, sum árliga verða latnir sjófólkinum.

Sjómansmissiónin letur føroyskum skipum bókakassa við sangbókum, bíbliu, lestrabók og andaktsbók. Harafturat fáa tey dvd-filmar við kristiligum sangum og andaktum.

Í dag hevur Sjómansmissiónin eitt staðbundið arbeiði uttanfyri Føroyar. Tað er Hotel ??rkin, føroyska sjómansheimið í Reykjavík.

Sjómansmissiónin arbeiðir eisini við at gerast virknari bæði í Íslandi og Grønlandi. Harafturat roynir hon at stimbra sjófólkið at hava møtir og andaktir umborð og at vera tjaldmakarar (verka-trúboðarar), har tey starvast.

Sjómansmissiónin arbeiðir eisini fyri at stimbra leiðslurnar í sjómanskvinnuringunum kring landið.

Alt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

Takk fyri eina góða gávu til arbeiðið hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder