JN

Talv: Uppsala Young Champions 2018

...

2018-10-30 10:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talvsambandið skrivaði í gjár: Í øðrum umfari í ???Uppsala Young Champions 2018??? møttust føroyingarnir báðir. Leif hevði hvíta fólkið og Luitjen svarta fólkið, og eftir nakrar og tretivu leikirvarð tað ein salomonsk loysn, har teir býttu stigið sínámillum.

Leif:
Í triðja umfari møtti Leif svianum, David Narva (1974), har teir spældu sponsku opningina. Leif vann sær greiðan fyrimun í miðjum talvi, sum hann helt rættiliga leingi. Tíverri gjørdi Leif størsta bukkin í longri tíð og tapti talvið í einum lagnuleiki.
Sunnudagin var eitt umfar, har Leif møtti einum øðrum svia við stutta navninum Warg Skåhlberg Bjerknes-Lima de Faria (1628). Leif føldi seg ikki so væl, og tað sást aftur í telvingini. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn hann kom í stórar trupulleikar, har hann stóð eftir við fimm finnum móti róki og trimum finnum. Leif fór all in og blakaði allar finnurnar fram, og so mikið nógv fekk hann órógvað mótstøðumannin, at hann gjørdi fleiri feilir. Talvið fór tí frá at vera tapt til javnt, og løtu seinni vunnið.
Í 5. umfari í dag møtti Leif íslendinginum, Simon Thorhallsson (2092). Teir telvaðu ein variant, sum líktist kongaindiskum, men sum í veruleikanum var Pirc. Leif spældi nakað skeivt í byrjanini og bardist við tað gjøgnum alt talvið, til tað at enda koppaði skeiva vegin. Í 6. umfari sat aftur ein svii hinumegin borðið: Akash Mitra (1848). Tað bleiv ein sicilianskur variantur, sum ikki bleiv spældur perfekt, men har Leif endaði við finnu meira, sum hann fekk umsett til sigur. Samanlagt hevur Leif fingið 2,5 stig, sum er á góðari leið, um man hyggur eftir styrkismetingunum. Í morgin er mótstøðumaðurin lettin, Aleksandrs Jazdanovs, sum hevur víst ein meira ella minni kamikaze-talvstíl í hesi kappingini.
Luitjen:
Luitjen hevur savnað sær 3 stig eftir hesi seks umførini, og tað er heilt gott sæð út frá styrkismetingini. Í seinna umfarinum leygardagin telvaði hann seg fram til greiða yvirvág móti Vitus Buchert (1828) úr Svøríki. Eftir fleiri størri og smærri mistøk tók sviin tó yvir, men tíbetur fyri Luitjen var hann ikki nóg neyvur, og tað endaði við javnleiki.
Sama søga endurtók seg sunnudagin, tá Luitjen aftur stóð í góðari støðu móti íslendska Simon Thorhallsson (2092), men hesa ferð var prísurin hægri. Íslendarin takkaði fyri blíðskapin og kundi anda lættan, tá hann tók sigurin. Simon viðmerkti eftir talvið, at hann ætlaði sær at vera eitt føroyskt talvbarn til halloween, tí tað var tað mest ræðandi, hann visti ?? Onkur líknandi minni frá Runavík Open í fjør spøkja helst eisini hjá honum.
Í 5. umfari í morgun lat Luitjen ongan iva vera og telvaði ein tryggan sigur í hús við kongaindiskum móti svenska Warg Skåhlberg Bjerknes???Lima de Faria (1628). Seinnapartin sat Luitjen so yvirav Aleksandrs Jazdanovs (2098) úr Letlandi. Aleksandrs valdi av einihvørjari orsøk at telva snartalv, og eftir 18 leikir hevði hann framvegis 1t30min eftir á klokkuni, meðan Luitjen hevði helvtina. Støðan var tá púra jøvn. Lettin umráddi seg í seks sekund og gjørdi so ótilvitað sjálvmorð, tá hann heilt einfalt gav Luitjeni eitt mát.
Fult stigatal til Luitjen í dag, so tað er við góðum treysti, at hann fer undir 7. umfar í morgin, tá hann skal møta Jere Lindholm (2075) úr Finnlandi.

Í gjárkvøldið var opin snarkapping á skránni, har 34 luttakarar vóru. ??tvið helvtin av luttakarunum høvdu eitt styrkistal omanfyri 2000. Elmar, Leif og Luitjen luttóku, og endaðu teir á ávikavist 22., 30. og 24. plássi. Elmar megnaði at vinna aðra ratingvirðislønina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder