JN

Talv: Sandavágur og Havnin stavn um stavn

...

2022-01-10 08:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Suni Merkistein skrivar:

Stavn um stavn


Sandavágsmenn koppaðu oddaliðnum úr Havn í toppdystinum í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag.

Nú stendur á jøvnum millum vágamenn og havnarmenn í fremstu deildini. Bæði liðini hava 15 stig hvør, og eru fýra stig undan triðja liðnum í røðini. 

Kanska fáa vit aftur eina beinleiðis FM-finalu, tá oddaliðini hittast aftur í seinasta umfari 26.mars.


Rógvi Egilstoft (hm) telvaði javnt á 1. borði móti stórmeistaranum, Helga Dam Ziska (vm), sum hevði fult stigatal fyri dystin í dag. Her er talvið teirra millum í dag júst byrjað.


Høgni sigursharri

Tað var føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, sum tryggjaði Sandavágs Talvfelag sigurin í dag. Høgni vann á Carl Eli Samuelsen á øðrum borði. Á hinum borðunum endaði javnt. 

Aldursmunurin var størstur á fjórða borði. Har togaðust 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol og 57 ára gamli Torkil Nielsen. Luitjen royndi við hvíta fólkinum, men talvið endaði javnt. Sjúrður Thorsteinsson stríddist at vinna á triðja borði, eftir at teir vóru lidnir á hinum borðunum, men hóast Silas Eyðsteinsson var eitt sindur kroystur, eydnaðist honum at varðveita javnvágina, og fáa talvið javnt.


Treystir vágamenn

Sandavágsmenn eru drúgvir. Hóast havnarmenn høvdu hægri styrkital á trimum av fýra borðum, vóru teir kortini ikki mentir at vinna nakað talv í dag. At allir á sandavágsliðnum eru ítróttarmenn og spæla fótbólt í fremstu røð - tann elsti spældi sum kunnugt, tá hann var yngri - ger kanska, at teir hava hesa serligu kappingaríleguna, sum fær teir at spenna seg út og avrika á høgum stigi, tá ið á stendur.

Annað dømi um góða kappingarmoralin hjá vágamonnum er teirra støðufesti. Hóast teir fáast við elituítrótt, er tað rárasta hending, at teir ikki eru fullmannaðir. Havnarmenn hava seks telvarar í alt, sum skiftast. Í dag vóru hvørki Martin Poulsen ella Olaf Berg tøkir. Annar situr í sóttarhaldi og hin hevði forfall av arbeiðsávum. Teir eru annað og triðja borð hjá Havnini, men fimm av teimum seks í 1. liðshópinum hjá Havnar Telvingarfelag eru toluliga javnsterkir - Helgi Dam Ziska er tann ókrýndi kongurin. 


Klaksvíkingar dragna

??tlitini til at Klaksvíkar Talvfelag í vetur fór at leggja seg út í kappingina við oddaliðini seinastu árini - Sandavágur og Havnin - eru fánaðar nú í seinastuni. Moldosvki stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, hevur ikki verið við í seinastu tveimum dystunum, og tað merkist.

Í løtuni stendur kappingin um triðja plássið millum Klaksvík og annað lið hjá Havnini. Teir møttust í dag, og úrslitið var javnleikur 2-2. Her hendi tað, at Hjalti Toftum Jógvansson heldur óvæntað vann á ??lavi Simonsen á 1. borði.

Í triðja dystinum vann Klaksvík B tepran sigur á Vestmanna.


5. Umfar tann 2021/11/20 kl. 10:00
Bo.3  Havnar Telvingarfelag 1Rtg-6  Sandavágs Talvfelag 1Rtg1½:2½
1.1GM
Ziska, Helgi Dam
2544-FM
Egilstoft, Rogvi
2369½ - ½
1.2FM
Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
2171-FM
Nielsen, Hogni Egilstoft
24010 - 1
1.3
Thorsteinsson, Sjurdur
2128-
Eydsteinsson, Silas
2046½ - ½
1.4
Apol, Luitjen Akselsson
2174-
Nielsen, Torkil
2151½ - ½
Bo.4  Havnar Telvingarfelag 2Rtg-2  Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg2 : 2
2.1
Jogvansson, Hjalti Toftum
1988-
Simonsen, Olavur
22171 - 0
2.2
Hansen, Herluf
1985-
Nolsoe, Rani
20550 - 1
2.3
Berg, Margar M.
1975-
Petersen, Terji
20300 - 1
2.4
Ziska, Andrias
1871-
Eliassen Hansen, Bogi
01 - 0
Bo.5  Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg-1  Vestmanna Talvfelag 1Rtg2½:1½
3.1
Baldursson, Rani
1990-
Andreasen, Jakup A.R.
1999½ - ½
3.2
Vang, Finnbjorn
2000-
Hojgaard, Samson
19691 - 0
3.3
Gaard, Ingolf
1912-
Brekka, Martin
00 - 1
3.4
Kalso, Steffan
0-
Debes, Ingolf
16591 - 0


Støðan í 1. deild, nú kappingin er hálvrunnin:

1Sandavágs Talvfelag 1 *  * 415,010
2Havnar Telvingarfelag 1 *  * 415,08
3Havnar Telvingarfelag 2 *  * 23311,05
4Klaksvíkar Talvfelag 1½2 *  * 310,55
5Klaksvíkar Talvfelag 20½11 *  * 5,02
6Vestmanna Talvfelag 1½01½ *  * 3,50

Í hinum deildunum eru ikki allir dystir telvaðir sum ætlað, og nøkur úrslit eru ikki greið enn. Meira er at síggja á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Um tvær vikur verður sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini. Dystirnir í sætta umfari verða sunnudagin 23. januar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder