2018-10-27 09:01

Talvsamband Føroya skrivar: Tveir av okkara ungu telvarum luttaka í hesum døgum í sterku ungdómstalvkappingini, ???Uppsala Young Champions 2018??? í Svøríki. 18 luttakarar úr sjey londum eru við í kappingini, og føroysku umboðini eru 15 ára gamli Leif Reinert Fjallheim og 12 ára gamli Luitjen Akselsson Apol.
Miðal styrkistalið fyri kappingina liggur omanfyri 2000, og við sínum ávikavist 1919 og 1735 eru Leif og Luitjen neyvan atrokna millum favorittarnar. Mótstøðan í fyrsta umfari var eisini sterk, og hóast føroyingarnir telvaðu væl og leingi, so koppaði skeivan veg hjá báðum móti endanum. Leif tapti móti svianum, Joakim Nilsson (2191), og Luitjen tapti móti Collin Colbow (2131) úr Týsklandi.Í morgin eru tvey umfør á skránni. Í fyrra umfari sessast føroysku unglingarnir hvør sínu megin borðið í innanhýsis uppgerð, og hóast hesin dysturin tryggjar okkum fyrsta stigið, so eru hesar uppgerðirnar sjáldan serliga hugaligar.
Umstøðurnar kring kappingina eru í lagi, og fyrireikararnir sera fyrikomandi. Gist verður góðar tíggju minuttirs gongd frá talvhølunum. Viðgangast má tó, at um onkur okkara stríðist eitt sindur við klaustrofobi, so verður tað ein long vika í vindeygaleysu dupultklivunum á 7 fermetrar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald