Klaksvíkar Talvfelag skipar í døgunum 12. apríl til og við 19. apríl 2014, fyri Føroyameistaraheitinum í talvi fyri einstaklingar.
Kappast verður í Landsliðsbólkinum, Almennur bólkur og unglingar.
Kappingin
Kappingin fer fram í Skúlanum við ??sánna, frá 12. apríl til og við 19. apríl.
Tilmeldingar:http://www.chess-results.com/tnr128394.aspx?lan=32&art=1&turdet=YES&wi=821
Allir bólkar telva soleiðis:
Leygardagur 12.04 kl. 14.00
Sunnudagur 13.04 kl. 14.00
Mánadagur 14.04 kl. 17.00
Týsdagur 15.04 kl. 17.00
Mikudagur 16.04 kl. 10.00
Mikudagur 16.04 kl. 17.00
Hósdagur 17.04 kl. 17.00
Fríggjadagur 18.04 kl. 14.00
Leygardagur 19.04 kl. 10.00
Broyting kann koma fyri í Unglingabólkinum.
Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.
Gevið gætur:
Unglingarnir telva bert 90 min + 30 sek, ikki 15 min eyka !!
Teir hægst rataðu luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í talvi 2014.
Næstu telvararnir mynda Almenna bólkin. Unglingar telva um FM-heitið fyri unglingar.
Dómari: FA Finnbjørn Vang og FA Hans Hjalti Skaale
Luttøkugjald
Luttøkugjaldið er kr. 300,- fyri allar vaksnar luttakarar. Unglingar og lesandi gjalda kr. 100,-. Heiðurslimir luttaka ókeypis.
Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto9865 - 495.234.5, seinasta lagi mikudagin 9.apríl !
Spurningar kunnu setast á tlf. nr. 295054 ella[email protected]
Vinningar
Landsliðsbólkur: 1, 3000 kr. 2, 2000 kr. 3, 1000 kr.
Almennur bólkur: 1, 1500 kr. 2, 1000 kr. 3, 500 kr.
Unglingar: 1, 700 kr. 2, 500 kr. 3, 300 kr.
Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Korrektión verður nýtt við javnstøðu.
§3Føroyameistarin fyri einstaklingar er sjálvskrivaður í altjóða liðkappingum(OL Tromsø aug 2014)
Um FM-heitið í Landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum.
Í aðra máta verður korrektión nýtt.
Ábit verður bjóðað telvarunum millum dupultumfarið og eftir lokna kapping.
Klaksvíkar Talvfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald