Ítróttur

Talv: GP 2013/14 finalan verður í Sandavági leygardagin

...

2014-04-22 19:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 inalan í Grand Prix kappingini 2013/14, verður telvað í Snadavági leygardagin 26. apríl kl. 12.00.

 

Finalan er 9. og seinasta kappingin hetta kappingarárið. Kappingin er skipað soleiðis, at til tess at vinna Grand Prix og ratingvirðislønir, er neyðugt at hava luttikið í minst 5 kappingum, finalan íroknað. Endaliga úrslitið verður sostatt uppgjørt eftir 5 teim bestu úrslitunum, hóast telvað er í fleiri enn 5 kappingum samanlagt.

 

Martin Poulsen og Olaf Berg vunnu kappingina í ávikavíst 2007 og 2008.

Helgi Dam Ziska vann Grand Prix í 2009,2010, 2011. Olaf Berg vann í 2013. Rógvi Egilstoft Nielsen sum vann í 2012 liggur í oddinum, undan seinasta umfarinum 2014. 

 

 

Í finaluumfarinum verður ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teim sum ikki - ella bara partvís - hava luttikið higartil. Virðislønir verða eisini latnar sum til eina vanliga Grand Prix kapping.

Telvað verða 9. umfør, har umhugsunartíðin er 15. minuttir í part til talvið. Luttøkugjaldið er kr. 100. 

Vinarliga boðið frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 25. apríl kl. 18.00 á tlf. 53 27 00 (Torkil)

 

TALVSAMBAND F??ROYA


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder