JN

Talv: Endaumfarið telvað í Tórshavn

...

2014-03-09 18:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FM endabresturin í Liðkappingini 2014 verður telvaður í Skúlin við Løgmannabreyt, Tórshavn, leygardagin 15. mars. Byrjað verður kl. 10.00 stundisliga. Møtið í rúmari tíð undan.

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flytaniður í lægri lið/deild.

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Kelda: Talvsamband Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder